Kristið barnasjónvarp: SAT-7 KIDS hátíðarheldur 10 ár
19.12.2017

Barnasjónvarpsrásin SAT-7 KIDS hátíðarheldur 10 ár. Fleiri enn 125 milliónir arabisk børn undir 16 ár síggja sendingarnar, ið hava sum endamál á ein kreativan og læruríkan hátt at bera Bíbliunnar boðskap í eygnahædd við børnini.

 

Børn hava altíð verið ein týdningarmikil hyggjarafjøld hjá SAT-7. Og at gera miðvísar sendingar til børn hevur frá byrjan verið ein partur av okkara ætlanum. Men so við og við sum SAT-7 vaks, og vit byrjaðu við eini 24-tíma skrá, gjørdist tað alsamt torførari at tilrættisleggja okkara barnasendingar til eina alsamt veksandi hyggjarafjøld. Hetta tí, at okkara hyggjarar finnast í 5 ymsum tíðarsonum - frá Marokko til Persiska Golfin. Børnini í Marokko koma til dømis heim úr skúla, tá børnini í Bahrain eru løgst.

 

Visiónin um at fáa eina rás einans ætlað børnum gjørdist veruleiki í desember 2007, tá SAT-7 KIDS sá dagsins ljós. Í dag eru 125 milliónir arabisk børn undir 16 ár, og mong av teimum eru trúfastir SAT-7-hyggjarar. Tað eru ikki bara børninin, sum hyggja, men eisini mammur, pápar, ommur og onnur í familjuni.

 

Mest vanliga rósið rásin fær er, at SAT-7 KIDS er tann einasta rásin, familjurnar kenna seg heilt tryggar við, at børnini sjálvi tendra.
Tá børnini hyggja eftir SAT-7, veit familjan, at teirra børn ikki eru fyri ágangi av víðgongdari ideologi og harðskapi, sum annars er vanligt at síggja á mongum arabisktmæltum sjónvarpsrásum. Familjurnar hjá børnunum síggja eisini, at teirra børn uppføra seg betri, eru meiri kreativ og glað og tykjast eisini at hava tað betri við seg sjálvi – sjálvt børn í ófriðarligu økjunum í Sýria og Irak.

 

Liðið handan SAT-7 KIDS verður motiverað, tí tey vita at: "Vit venja børnini at ganga ta røttu leiðina, so tey ikki verða villleidd” (Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. Orðtøk Sálomons kapittul 22, vers 6.)

 

Nú vit hátíðarhalda hesi fyrstu 10 árini, fari eg at nýta høvið at ynskja, at okkara ungu hyggjarar í arabiska heiminum fáa eitt persónligt samband við Gud og trúgva uppá, at Gud er hjá teimum. Eg biði eisini um, at nøkur av hesum børnunum, tá tey veksa upp og finna sínar sessir í samfelagnum, fara at broyta tey lond, tey búgva í og kanska ein dag gerast leiðarar í tí arabisku kirkjuni.

 

Myndatekstur: Barnasjónvarpsrásin SAT-7 KIDS setur sín dám á næsta ættarliðið. Familjurnar hjá teimum mongu børnum, ið síggja sendingarnar, siga, at tað er tann einasta sjónvarpsrásin, tey kenna seg heilt trygga við, at børnini sjálvi tendra. Foto: Tino Qahoush Kristent børnefjernsyn i 10 år: SAT-7 KIDS fejrer jubilæum.

 

Skrivað: Terence Ascott, sjónvarpsstjóri SAT-7

Týtt: Dánial á Dul Jacobsen