Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum
19.12.2017

Góðu limir og stuðlar hjá Bíbliufelagnum!

 

Tað er okkum ein stór frøi at senda tykkum hesa heilsan, nú jólini nærkast. Vit fegnast um tykkara bønir og gávur og takka fyri, at vit kunna standa saman um Føroyska Bíbliufelagið.

 

Í ár hava vit upplivað ríka signing, tí Nýggja Testamenti á gerandismáli ”Nýggi Sáttmálin” kom út. Eins og Jesu føðing var ein leingi vænta hending, so er gerandisútgávan eitt ynski, sum Bíbliufelagið, leingi hevur havt ynski um at geva út. Okkara vón og trúgv er, at henda útgáva verður okkara landi og fólki, til stóra signing.

 

Bíbliufelagið arbeiðir framhaldandi við nýggjari umseting av allari Bíbliuni, sum vónandi kemur út um eini tvey ár. Ein nýggj barnabíblia fer eisini at koma út fyrst í nýggja árinum.

 

“Tykkum er í dag ein frelsari føddur!” segði eingilin við hirðarnar, og tað er júst hesin boðskapur, sum Bíbliufelagið ynskir at boða um alt okkara land. Nú vit eru limir í altjóða Bíbliufelagnum UBS, eru vit eisini við til at stuðla útbreiðslu av Orðinum um allan heim!

 

Í Jesaja kap. 49,6 stendur, ”… tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um allan jørðina.” At Gud frá byrjanini ynskti at røkka allan heimin, samsvarar við Jóannes 3,16, at Gud elskaði Heimin.

 

Vit eru boðin við til at uppfylla Guds ynski fyri mannaættina!

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tær eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

 

Vinaliga vegna Bíbliufelagið,

Gunnar K. Nattestad,
aðalskrivari