Bønin er avgerandi
28.12.2017

Tað er í roynd og veru heilt framúrskarandi, at Gud hevur givið okkum bønarinnar møguleika. Tí tað er so týdningarmikið, ja heilt avgerandi, at menniskju biðja.

 

Ferð eftir ferð verða vit í Bíbliuni mint á at vera áhaldandi í bønini. Tí Gud hoyrir bøn, og hann leggur uppí, tá fólk biðja. Tað ger hann í teimum stóru heimshendingunum, og tað ger hann í teimum smáu gerandishendingunum.

 

Bøn hevur alt at siga, tað boðar Bíblian greitt frá, tú kemur ikki uttan um bønina, um Guds ríki skal vaksa. Tað minnir Paulus okkum á við greiðum orðum í Kolossebrævinum: "Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Gud má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala." (Kol. 4,2-4)

Bøn er so týdningarmikil. Jesus er okkara fyridømi. Hann hevði eitt inniligt samfelag við Gud gjøgnum bønina. Tað finnast eingi øki, har slík lyfti eru knýtt til, sum bønin. "Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far inn í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær." Matt. 6,6.

 

Takk fyri forbøn fyri Føroyska Bíbliufelagnum og teimum verkætlanum vit arbeiða við. Bið eisini fyri Bíbliufeløgum kring heimin, teimum, ið onga Bíbliu eiga og teimum ið líða neyð.

 

Her er eitt lítið úrval við bíbliuørindum um bøn:

  • Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! (1. Krýn. 16:11)
  • Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. (Sálm. 145:18)
  • Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. (Sálm. 55:17)
  • Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp fyri.(Matt. 7:7-8)
  • Tí sigi eg tykkum: "Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri." (Mark. 11:24)
  • Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast... (Luk. 18:1)
  • Verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. (1. Tess. 5:16-18)
  • Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð. (Kol. 4:2) 

 Bið saman við okkum er ein app við bønarevnum. Les meira...