Hví lesa Bíbliuna?
02.01.2018

Ynskja vit at læra Gud, Guds ætlan og vilja at kenna, mugu vit lurta eftir, hvat hann hevur at siga okkum.

 

Bíblian er Guds livandi orð:
Hebr. 4,12: Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Jóh. 6,63: Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.

 

Guds orð er eins og sáðkorn:
1. Pæt. 1,23: ...tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði.
Luk. 8,11: Men hetta hevur líknilsið at týða: Sáðið er Guds orð.

 

Guds orð er gagnligt:
2. Tim. 3,16-17: Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guds-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.
Róm. 15,4: Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tolmóði og teirri uggan, sum skriftirnar geva.
Jóh. 8,31-32: Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.»
Jósva 1,8: Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur.

 

Guds orð er uppbyggjandi:
Áps. 20,32: Og nú gevi eg tykkum yvir til Guds og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru.
Matt. 4,4: Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni.»

 

Gud er okkum nær við orðið sínum:
Jóh. 14,23-24: Jesus svaraði og segði við hann: "Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg."

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen