Bíblian er týdningarmikil í traumasendingunum hjá SAT-7
05.01.2018

Túsundir av børnum í stríðsherjaðu londunum í Miðeystri og Norðurafriku síggja og uppliva slíkt, sum eingi børn eiga at uppliva. SAT-7 røkkur børnunum – sjálvt á teimum ringast framkomandi støðunum.


Líkamikið, um fólk búgva í tjaldlegum í Libanon, ella tey liva undir fátækramarkinum í Jordan, so er altíð ein parabolur og eitt lítið sjónvarp til taks, sum børn og vaksin mangan tyrpast um. Millum annað fyri at síggja sendingarnar hjá SAT-7.


Allar sendingarnar hjá SAT-7 hava eitt kristið sjónarhorn. Serstakliga í traumasendingunum hevur Bíblian ein týðandi leiklut. Mong menniskju, í Miðeystri og í stríðsherjaðu londunum í Norðurafriku, standa einsom eftir við spurningum sum eitt nú: Hví loyvdi hin góði og almáttugi Gud, at mín familja varð dripin? Og hvar var Gud, tá eg varð neyðtikin? Spurningar sum gudfrøðin og sálarfrøðin í samstarvi kunnu hjálpa við at svara og ikki minst at koma til sættis við.


Fyri kortum hevur SAT-7 gjørt eina sendirøð á málinum farsi (almenna málið í Iran) um bíbilska sálarhjálp. Í sendingunum luttekur ein traumaserfrøðingur frá Trauma Healing Institute hjá Amerikanska Bíbliufelagnum. Sendingarnar eru enn á fyrireikingarstigi. Tær leggja týðiligan dent á týdning Bíbliunnar.


Bæði børn og vaksin í hesum parti av heiminum hava eina sera sterka bíbliutilvitan, tí liggja frásøgurnar væl goymdar í sinni teirra, og er tað tí eisini sjálvsagt at taka tær uppí í hesi sváru tíð. Og sjálvandi kunnu tey, sum ikki kenna Bíbliuna frammanundan, fáa hana latna upp.


"Gjøgnum sjónvarp kunnu vit í roynd og veru røkka milliónum av hyggjarum og vísa teimum, at tey ikki eru einsamøll.”


Bíblian er á tremur við søgum um menniskju, sum verða misnýtt, atsøkt ella sum eru fyri mismuni. Á henda hátt kunnu vit siga hyggjarunum, at hetta er vanligt, hóast tað ikki átti at verið tað. Og so snýr jú alt seg um at fyrigeva og finna aftur til lívið.


Tá eg vitjaði eina flóttalegu í Libanon, sá eg við egnum eygum, at tað vóru parabolar á hvørjum tjalddúki. Hetta sjálvt um fløttarnir annars livdu undir so fátæksligum korum, at illa ber til at ímynda sær. Gjøgnum sjónvarp kunnu vit í roynd og veru røkka milliónum av hyggjarum og vísa teimum, at tey ikki eru einsamøll. Og tað týdningarmesta av øllum er, at vit kunnu taka í hond teirra og hjálpa teimum gjøgnum tilgongdina, sum má til, so tey kunnu handfara trongdirnar. Longu her eru vit komin eitt risafet longur fram á leiðini til eina nýggja framtíð í hesum økjunum.


Skrivað hevur: Kurt Johansen, aðalskrivari hjá SAT-7 í Europa  04-01-2018

Týtt: Dánial á Dul Jacobsen
Mynd: SAT-7

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen