10 bíbliuvers um ikki at óttast
09.01.2018

Øll kunnu gerast óttafull. Tá ið so er kunnu vit leita til Bíbliuna, har vit, aftur og aftur, kunnu lesa "Óttast ikki". Her er 10 bíbliuvers um ikki at óttast.

 

Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» (Matt 14:27)

 

Tann dag, eg óttist, eg líti á teg! (Sálm 56:4)

 

Men Jesus tók ikki eftir teimum orðunum, ið talað vórðu, og sigur við forstøðumannin: «Óttast ikki! Trúgv eina!» (Mark 5:36)

 

Og hann segði við teir: «Hví eru tit so ræddir? Hava tit enn onga trúgv? (Mark 4:40)

 

Harrin er við mær, ikki eg óttist, hvat kunnu mær menniskjur gera? (Sálm 118:6)

 

Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. (Orðt 3:24)

 

Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið! (Luk 12:32)

 

Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!» (5. Mós 31:8)

 

Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.» (Jes 12:2)

 

Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: «Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!» Sí, eg havi sagt tykkum tað.» (Matt 28:5-7)