Jóhannesskriftirnar
13.01.2018

Allar skriftirnar í Nýggja Testamenti – uttan Hebrearabrævið – hava eitt rithøvundanavn knýtt at sær.

 

Ofta er tað skriftin sjálv, sum kunnger navnið, men eisini eru nakrar skriftir, sum ikki siga frá sínum upphavsmanni. Í hesum førum eru rithøvundarnir tilskilaðir eftir frásøgn frá fornkirkjuni.

 

Heilar fimm skriftir verða settar í samband við Jóhannes. Tað snýr seg um Johannesevangeliið, Jóhannesar Opinbering og Jóhannesar Fyrsta, Annað og Triðja Bræv. Tær báðar fyrstu eru við í bíbliulesiætlanini í hesum árinum og tey trý brøvini aftur í komandi ári. Av hesum skriftum er tað bert Jóhannesar Opinbering, sum sjálv nevnir Jóhannes við navni – bæði sum tann, sum fær sjónirnar og er sendari av skriftini.


Jóhannesar evangeliið og Jóhannesar Fyrsta Bræv eru í sjálvum sær ikki navngivin, meðan Annað og Triðja Bræv nevna, at tey eru frá “tí elsta”, men uttan at nevna tann elsta við navni.

 

Tað er trupult at siga gjølla, hvussu henda blandaða rithøvundastøða er vorðin til fimm skriftir av Jóhannesi, men nakrar slóðir eru at elta. Ein er, at stórur líkskapur er millum evangeliið og brøvini í málburði og stíli. Men eisini høvuðsevnini, sum tær fimm skriftirnar viðgera, t.d. einleikin millum Faðirin og Sonin og tað nýggja boðið um kærleika, hava stórar líkheitir.

 

Ein onnur slóð er løgd í Jóhannesarevangeliið kapittul 21. Tað er síðsti kapittulin í evangeliinum, og tað er helst eitt ískoyti. Her verður nevnt, at “lærusveinurin, sum Jesus elskaði”, hevur skrivað hetta, og tað liggur nær hjá lesaranum at gita, at tann elskaði lærusveinurin er Sebedeussonurin Jóhannes. Hann verður eyðsýniliga ikki nevndur í Jóhannesevangeliinum.

 

Hesar slóðir kunnu verða bornar saman við ta sannroynd, at í fornkirkjuni í 2. øld var fatanin tann, at lærusveinurin Jóhannes livdi í vestara Lítlaásia um ár 100, og at har í sama øki livdi ein elsti at navni Jóhannes. Harafturat er innihaldið í Jóhannesar Opinbering fast knýtt at meinigheitunum í vestara Lítlaásia.

 

Mangar slóðir leiða móti navninum Jóhannesi og móti vestara Lítlaásia. Kanska ger lesarin frægast í at halda, at Jóhannesskriftirnar eru skrivaðar av einum kristnum bólki, sum á Efesus-leiðini hevur varðveitt eina teologiska siðvenju knýtta at navninum Jóhannesi.

 

Bíbliulesiætlanin 2017-18

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen