Lurta
10 bíbliuvers um børn og foreldur
19.01.2018

Børn eru gáva frá Gudi. Foreldur eiga at elska, læra og uppala síni børn. Her eru 10 bíbliuvers um børn og foreldur.

 

Men Jesus kallaði tey til sín og segði: «Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guds ríki hoyrir slíkum til. Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti Guds ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.» (Luk 18:16-17)

 

Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn. (Sálm 127:3)

 

Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. (Orðt 22:6)

 

Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. (5. Mós 6:6-7)

 

Og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. (2 Tim 3:15)

 

Men tú skalt ansa eftir tær og vara teg fyri títt lív ikki at gloyma tað, sum tú við egnum eygum hevur sæð, og ikki lata tað fara tær úr minni allar ævidagar tínar, men kunngera tað eisini børnum og barnabørnum tínum. (5. Mós 4:9)

 

Vei honum, ið sigur við faðir sín: «Hvat kanst tú at gita?» Og við móður sína: «Hvat kanst tú at føða?» (Jes 45:10)

 

Og tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans! (Ef 6:4)

 

Tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við. (Orðt 3:12)

 

Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! (Kol 3:21)

 

Les eisini: