Lurta
Soleiðis varð Bíblian til
22.01.2018

Tað verður hildið, at meginparturin av søgunum, sálmunum og skaldskapinum í Bíbliuni er borin munn av munni ætt eftir ætt, ofta í langa tíð, áðrenn hann varð festur á blað.

Í allari hesi tíðini, tá ið Gamla og Nýggja Testamenti vórðu til, var frásøgukynstrið avbera gott og virðismett, og tær týdningarmestu søgurnar um fólkið, Guð og menniskju vórðu bornar munn av munni og varðveittar ætt eftir ætt. Í gomlu tíðini við Gamla testamenti vóru t.d. orð og boðskapur profetanna við stórum trúfesti borin víðari og tulkað av teirra næmingum. Á sama hátt bóru Jesu lærusveinar og tey fyrstu kristnu eisini søgurnar um lív og deyða hansara víðari til onnur. Tað sama gjørdu teir eisini við tað, sum Jesus hevði talað um, t.d. tey mongu líknilsini.


Tey fyrstu kristnu løgdu stóran dent á at leggja sær væl í geyma frásøgnina um ta tómu grøvina, og at Jesus sýndi seg risnan upp frá teim deyðu (sí t.d.1 Kor. 15,3-7). Eisini bønir, dópsorðingar o.t. frá teimum elstu kristnu gudstænastunum vórðu ta fyrstu tíðina varðveitt á mannamunni (sí t.d. Gal. 3,26.28; 1 Kor. 11, 23-25).


Munnliga frásøgnin fest á blað

So við og við varð farið undir at skriva frásagnirnar niður, bæði fyri at varðveita tær og at tryggja tær í einum ávísum formi og innihaldi. Teir elstu partarnir av Gamla testamenti munnu helst vera skrivaðir niður um 700-600 fyri Krist. Her snýr tað seg serliga um Mósebøkurnar og søgurnar um kongarnar umframt nøkur av profetaskriftunum. Innihaldið í Gamla testamenti er fyri tað mesta skrivað niður á hebraiskum.


Jesus lærdi lærusveinar sínar at vera boðberar og leggja boðskapin fram munnliga. Vit vita, at Jesus dugdi at lesa (sí t.d. Luk. 4, 16-17) og helst eisini at skriva (sí Joh. 8, 6-8). Teir ymsu tekstirnir í Nýggja testamenti vórðu skrivaðir á grikskum, sjálvt um nógv fyrst hevði verið varðveitt á mannamunni á arameiskum máli, sum Jesus og teir fyrstu lærusveinarnir nýttu í dagligari talu. Evangeliini vórðu skrivaði niður millum ár 60 og 90 e. Kr. Tað seinasta, sum kom við, eru nøkur av brøvunum í Nýggja testamenti. Hesi vórðu til umleið 90-120 e. Kr.

 

Soleiðis er Bíblian samansett (skipað)

Kristna Bíblian er í tveimum høvuðspørtum: Gamla testamenti og Nýggja testamenti.


(Í onkrum sambandi kemur fyri, at í staðin fyri Gamla og Nýggja testamenti verða eisini tey heldur lutleysaru heitini nýtt: Fyrra og Seinna testamenti).


Gamla testamenti/Tanak Kristindómurin eigur Gamal testamenti (GT) í felag við jødadómin. Eftir jødiskum siðaarvi (traditión) er GT býtt sundur í tríggjar høvuðspartar:

+ Lógin (hebr. Torah): 1. -5. Mósebók
+ Profetarnir (hebr. Nevi`im)

- teir gomlu profetarnir: Josva, Dómararnir, 1.-2. Sámuels bók, 1.-2. Kongabók.

- teir yngru profetarnir: frá Jesaja til Malaki, Dánjal undantikin

+ Skriftini (hebr. Ketuvim): Rut, 1.-2. Krýnikubók, Esra, Nehemia, Estur, Dánjal, Job, Orðtøk Sálomons, Prædikarin, Hásongurin, Sálmarnir, Harmaljóðini.


Hesi skriftini ella bøkurnar ganga undir felagsnavninum Tanak eftir tí fyrsta bókstavinum í hebraiska stavraðnum, sum hesi skriftini hava.

Nýggja testamenti (NT) nýtir orðið “Skriftirnar” (t.d. Matt. 22,29). Teir tveir fyrstnevndu høvuðspartarnir vóru vorðnir greitt avmarkaðir partar undan tíðini við Nýggja testamenti, men við triðja høvuðspartinum (NT) varð avgerð tikin langt seinni, hvat skuldi við og ikki. Hetta tríbýti kennist aftur m.a. í Luk. 24,44, sum nevnir Móselógina, Profetarnar og Sálmarnar.

 

Eftir kristnari siðvenju (traditión) verður Tanak kallað Gamla testamenti. Orðið “testamenti” kemur úr latíni og hevur her týdningin ”sáttmáli”. Heitið varð nýtt longu í fyrstu kristnu tíðini. Hugsanin í hesum førinum var, at Guð hevði gjørt sáttmála við ísraelsfólk (gamli sáttmálin), og hesin sáttmáli varð endurnýggjaður, tá ið Jesus kom í hendan heim (nýggi sáttmálin, t.v.s. Nýggja testamenti).

 

Nýggja testamenti

Annar partur í kristnu bíbliuni er felags fyri øll kristin og verður nevndur Nýggja testamenti. Tað latínska “testamentum” merkir “sáttmáli”. Felags heitið fyri øll hesi skriftini er kent frá endanum av fyrstu øldini e. Kr., men sipa til tekstir í Nýggja testamenti um “ein nýggjan sáttmála” (Luk. 22,20: og eisini Hebr. 9,15). Hugsanin í orðingini var, at Guð hevði gjørt sáttmála við ísraelsfólk (gamli sáttmálin), og at hesin sáttmálin varð endurnýggjaður, tá ið Jesus kom í hendan heim.

Ein heilur hópur av tekstum, sum hava samband við skriftini í Nýggja testamenti, er eisini varðveittur. Hesir tekstir verða nevndir tær nýggjatestamentligu apokrýfurnar og fevna um evangelium, apostlagerningar, brøv og opinberingarskrift. Skriftini stava í høvuðsheitum frá 3.-5. øld og hava ógviliga ymisk støði at standa á. Tey innihalda upplýsingar um Jesus og apostlarnar , sum í søguligum høpi eru lítið eftirfarandi, men hava stóran týdning fyri tað innlit, tey geva okkum um kristindómin í teim fyrstu øldunum.

 

Regin av Steinum, umsetti.

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen