Hoyr upplestur úr Bíbliuni á netinum
24.01.2018

Nú kunnu øll hoyra upplestur úr Bíbliuni á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum.

 

Tú kanst lesa og lurta við teldu, fartelefon og teldli.

 

Skipanin er serliga ætlað sum hjálp til lesiveik, men øll kunnu fáa gleði og gagn av hesum hentleika.

 

Eisini ber til at taka niður og goyma kapitlar sum ljóðfílar (mp3), stilla lesiskjótleikan og annað.

 

Royn tað her: http://biblia.fo/bible.php?l=fo

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen