Sjónir og opinberingar
29.01.2018

Tað verður kallað sjónir, tá eitt menniskja upplivir okkurt týdningarmikið, sum ikki er í tí vanliga sansaheiminum. Tað kann bæði vera í svøvni og klárvakin, at persónur sær ella hoyrir hendingar ella fær vegleiðingar, sum vanlig eygu og oyru ikki fáa lut í.

 

Í Bíbliuni er ótal av dømum um sjónir. Meðan Jákup flýggjar undan bróðuri sínum Esavi, svevur hann eina náttina við Betel, har hann í dreymi sær himmalin opnan og ein stiga, har einglar ganga av himni til jarðar. Og Jákup tekur ímóti Guds lyftum um, at hann skal verða førdur aftur til hetta landið og hetta staðið eftir flýggjanina (Fyrsta Mósebók kapittul 28).

 

Í Matteusarevangeliinum kapittul 1 og 2 eru fleiri dømi um, at teir vísu menn úr Eysturlondum og maður Mariu, Jósef, í dreymi fáa vegleiðingar av einglum, m.a. hvussu teir skulu koma sær undan tí ónda Heródesi kongi.

 

Í profetabókunum í Gamla Testamenti verður ofta sagt frá sjónum, som profetarnir hava, og har teir fáa boð um, hvat teir skulu siga við fólkið. Ezekiels Bókin rúmar serliga nógvum stórum, torgreiddum sjónum, t.d. í sambandi við kall hansara til profetgerningin, sum sagt verður frá í fyrsta kapitli í Ezekiels Bókini.

 

Tá ið stórar sjónir eru sjónskast í einari skrift, verður tað kallað ein opinberingarbók ella ein apokalypsa. Navnið stavar frá byrjanini av Jóhannesar Opinbering. Saman við Dánjals Bók er Jóhannesar Opinbering burturav opinberingarbókin í Bíbliuni. Báðar skriftirnar eru tiknar við í bíbliulesiætlanina fyri hetta árið.

 

Tað er sermerkt fyri frásagnirnar um sjónirnar, at lýst verður við skærum litum: skarlak, svávulgult og blóðreytt, og at umfatandi vanlukkur henda, og ræðulig ódjór stíga fram, eitt nú hestar við leyvuhøvdi, eldur og roykur út úr munninum, halar á eiturormum. Síggjarin, sum hevur hesar sjónir, fær tær greinaðar – ofta av einum eingli, sum tulkar – sum opinberingar um gongdina í heimssøguni ella heimsins enda.

 

Sjálvt um tað vanlukkuliga og ræðuliga fyllir nógv í opinberingabókunum, er ætlan teirra tó ikki at svølgja í óndskapinum, men tvørturímóti at leggja dent á og boða, at einki av øllum tí ræðuliga er uttan fyri Guds vald. Hann hevur sett skillig mørk fyri tí og vil sera skjótt lata alt tað ónda týnast, og í staðin verða lív og troyst í Guds nærveru sett.

 

Bíbliulesiætlanin 2017-18

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen