10 bíbliuvers um kærleika Guds
02.02.2018

Vit eiga at elska Harran, Gud okkara, av øllum hjarta okkara, av allari sál og øllum mátti okkara. Vit elska Gud og hann elskar okkum. Her finnur tú nøkur bíbliuvers um kærleika Guds.

 

Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. (1. Jóh. 4:19)

 

Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! (Sálm. 136:1)

 

Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Gud, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur! (Sálm. 86:15)

 

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (Jóh. 3:16)

 

Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Gud, tí at Gud er kærleiki. Í hesum varð Guds kærleiki opinberaður okkara millum, at Gud hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Gud, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. (1. Jóh. 4:8-10)

 

Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum. Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, harra okkara. (Róm. 8:37-39)

 

Men Gud, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi, fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. (Ef. 2:4-7)

 

Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg. (Orðt. 8:17)

 

Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. (Jóh. 15:9-10)

 

Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð, at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara, at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara, so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin, og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guds. (Ef. 3:14-19)

 

Les eisini:

10 bíbliuvers um børn og foreldur

10 bíbliuvers um ikki at óttast
Troystarík bíbliuvers til tann niðurboygda

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen