10 bíbliuvers um at geva
08.02.2018

Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált. (Luk 6:38)

 

Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara. (2 Kor 9:7)

 

Men hvør skal geva eftir førimuni, eftir tí signing, sum Harrin, Gud tín, veitir tær. (5. Mós 16:17)

 

Gudleysur lænir og kann ei aftur rinda, rættvísur gávumildur gevur. (Sálm 37:21)

 

Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger, at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær. (Matt 6:3-4)

 

Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað? Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær. (Ják 2:15-17)

 

Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Gud, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir, beinasamir, so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið. (1. Tim 6:17-19)

 

Men gloymið ikki vælgerðina og beinasemina! Tí at slík offur líka Gudi væl. (Hebr 13:16)

 

Nei, fúsur skalt tú geva honum; og tú mást ikki gera tað við ringum tannabiti; aftur fyri tað skal Harrin, Gud tín, vælsigna teg í øllum verkum tínum og øllum, sum tú tekst við. (5. Mós 15:10)

 

Í øllum lutum sýndi eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og vera teimum veiku til hjálpar og minnast orð Harrans Jesu, at hann sjálvur hevur sagt: «Sælari er at geva enn at taka.» (Áps 20:35)

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen