Heimsins yngsta bíbliufelag er í Aserbadjan
09.02.2018

Tað er ikki meira enn eitt ár, síðan tað eydnaðist at stovna eitt bíbliufelag í Aserbadjan.

 

Landið er grannaland hjá Armenia, -fyrsta kristna landinum í heiminum. Og við dyggum stuðli frá Sameindu Bíbliufeløgunum eydnaðist tað at leggja støði undir bíbliutýðing og útflýgging.

 

”Seinastu viku fluttu vit inn 3000 russiskar Bíbliur frá Ukraina. Nú stendur á at býta tær út millum kirkjurnar, sum eru ovurfegnar fyri at fáa tær.” ”Felagir okkara hava hjálpt okkum at taka hetta fyrsta týdningarmikla stigið, og vit eru tykkum sera takksom, kæru vinir,” sigur Rasim Khalilov, sum er valdur aðalskrivari.

 

Aserbadjan var ein partur av Sovjetsamveldinum, og er alment sekulert (tvs. skilnaður millum statsvald og kirkju). 96 % av fólkinum eru muslimar. Tey kristnu eru ein minniluti, góð 2% av øllum fólkinum, sum er 9,5 mill. í tali. Allar kristnu kirkjurnar- tann ortodoksa, rómverks- katólska og evangeliska eru umboðaðar í stýrinum fyri bíbliufelagið.

 

”Aserbadjan hevur stóran tørv á Bíblium,” sigur Rasim. ”Í seinastu viku tóku vit ímóti 3000 russiskum Bíblium frá Ukraina. So nú ræður um at fáa býtt tær út til kirkjurnar, sum fegnast um at fáa tær. Vit ætla eisini at prenta 1600 Bíbliur á azerimáli at nøkta tørvin hjá teimum, sum tosa azarimál.”

 

Einki skriftligt tilfar er til børn og ung hvørki á russiskum ella azerbadjanskum, sum eisini verður nevnt azeri; so tað verður ein av næstu uppgávunum hjá nýggja bíbliufelagnum.

 

Myndatekstur: Børnini her hava fingið eina málibók við myndevnum úr Bíbliuni. Men ongar Barnabíbliur eru á azarimáli, so tað verður eisini ein av komandi uppgávum. Myndaeigari: Sameind Bíbliufeløg.

 

Heri Tróndheim umsetti

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen