Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 1
13.02.2018

Í Getsemane: Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fór Jesus, sum hann var vanur, yvir um løkin Kedron út til Oljufjallið; men lærusveinar hansara fylgdust eisini við honum.

 

Tá sigur Jesus við teir: „Í hesi nátt munnu tit allir fáa meinboga av mær; tí at skrivað stendur: „Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.“ Men aftan á tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.“

 

Men Pætur tók til orða og segði við hann: „Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.“

 

Jesus segði við hann: „Sanniliga sigi eg tær: í dag, í hesi nátt, áðrenn hanin gelur tvær reisir, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.“

 

Men hann tók enn treystligari til orða: „Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.“ Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir.

 

Tá kemur Jesus við teimum í ein garð, sum kallaðist Getsemane, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í við lærusveinum sínum. Men eisini Judas, ið sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum.

 

Tá segði Jesus við teir: „Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.“ Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar, Jákup og Jóhannes, við sær; og hann gjørdist syrgin og tók at nøtra og so sára at kvíða. Tá sigur hann við teir: „Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær. Biðið, at tit ikki mega mega koma í freisting.“

 

Sálarstríðið: Og hann sleit seg frá teimum, okkurt um eitt steinkast, og fell til jarðar, fram eftir grúgvu, og bað, at tann tímin mátti fara um hann, um tað var gjørligt; og hann segði: „Abba, faðir mín! Alt er gjørligt hjá tær; tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt.“

 

Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: „Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vaka ein tíma við mær? Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt.“

 

Upp aftur á øðrum sinni fór hann burtur, bað og segði: „Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, so veri vilji tín!“ Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni, og teir vistu ikki, hvat teir skuldu svara honum.

 

Og hann læt teir vera, fór avstað aftur og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini: „Faðir! Hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær; men veri tó ikki vilji mín, men tín!“

 

Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann. Og tá ið hann var staddur í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga; og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina.

 

Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega. Og hann segði við teir: „Sova tit enn og hvíla tykkum? Tað er nóg mikið. Tímin er komin, sí, menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. Standið upp! Latið okkum fara. Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd. Biðið, at tit ikki mega koma í freisting.“

 

Les meira...

Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 2

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen