Bíbliugleði í Kambodja
19.02.2018

Lítla bygdin Mechrey í Kambodja er eitt fátækt samfelag eins og mong onnur smá samfeløg í landinum. Ein munur er kortini, og hann er, at henda bygdin er sett saman av timburflakum, ið eru surraðir saman.

 

Vibol hevur búð í bygdini, síðan hon var 11 ára gomul. Hon giftist Tin, tá ið hon var 16 ára gomul, og tey eiga trý børn.

 

Rúmið, tey búgva í, er lítið, og har eru eingir veggir. Trægólvið er rotið, og í regntíðini rennur vatn inn í rúmið. Av hesum eru børnini ofta sjúk.

 

Tin fiskar hvønn dag og selur allan fiskin, men peningurin røkkur einans til rís og heilivág.

 

Vibol og Tin hava verið kristin í tvey ár. Tá ið bíbliufelagið í Kambodja vitjaði hesa flotbygdina, fingu tey eina Bíbliu, sum tey eru ómetaliga glað og takksom fyri.

 

”Bíblian hevur lært meg at seta mál fyri framtíðina. Sjálvt um eg eri fátæk, er Gud ikki fátækur. Eg veit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men eg seti álit mítt á Gud,” sigur Vibol.

 

Vibol hevur ongantíð lært at lesa, men hvønn dag lesur Tin eitt stykki úr Bíbliuni fyri familjuni.

 

”Konuni og børnunum dámar sera væl, at eg lesi fyri teimum. Tey elska at hoyra søgur úr Bíbliuni,” sigur Tin.

 

Bíbliufelagið í Kambodja ætlar at hava eitt lesiskeið í bygdini. Tá kann Vibol eisini læra seg at lesa. Hesa avbjóðing dámar henni væl, tí so kann hon lesa sjálv í Bíbliuni.

 

Ásbjørn Jacobsen umsetti