Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 3
28.02.2018

Í garðinum hjá høvuðsprestinum: Og teir førdu hann fyrst til Annasar; tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið.

 

Men Símun Pætur og ein annar lærusveinur fylgdu Jesusi langt aftaná líka til borgargarðin hjá høvuðsprestinum; men tann lærusveinurin var kunnigur við høvuðsprestin og fór saman við Jesusi inn í garðin hjá høvuðsprestinum. Men Pætur varð standandi uttanfyri við dyrnar.

 

Tá fór hin lærusveinurin út, sum kunnigur var við høvuðsprestin, og talaði við duraternuna og førdi Pætur inn. Men tænararnir og sveinarnir stóðu har uttan um ein koleld, sum teir høvdu kynt upp í miðjum garðinum, tí at kalt var, og vermdu seg. Tá sá arbeiðskonan, sum duraterna var, Pætur sita í eldglæmuni, og hon stardi upp á hann og segði: „Tú vart eisini við hesum Jesusi Galileinginum! Ert tú ikki eisini ein lærusveinurin hjá hesum manni!“ Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: „Nei, eg eri ikki; eg kenni hann ikki, kvinna! Eg veit ikki, hvat tú sigur.“

 

Tann fyrsta avhoyringin: Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara.

 

Jesus svaraði honum: „Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomuhúsum og í halgidóminum, har sum allir Jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. Hví spyrt tú meg? Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra. Sí, teir vita, hvat eg havi sagt.“ Men í tí hann segði hetta, gav ein av sveinunum, sum hjá stóð, Jesusi høgg á kinn og segði: „Svarar tú soleiðis høvuðsprestinum?“

 

Jesus svaraði honum: „Havi eg talað illa, tá prógva, at tað er ilt; men havi eg talað væl, hví slært tú meg?“

 

Og teir fóru avstað við Jesusi til Kajfasar, høvuðsprestin, har sum allir høvuðsprestarnir og teir elstu og hinir skriftlærdu vóru saman komnir. Men Símun Pætur fór út í forgarðin, og tá gól hanin.

 

Og eitt sindur seinni bar ein onnur genta eyga við hann og fór at siga við teir, ið hjá stóðu: „Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.“ Og teir søgdu við hann: „Manst tú ikki eisini vera ein av lærusveinum hansara?“ Og ein annar teirra segði: „Jú, tú ert ein teirra!“ Og hann noktaði fyri tí aðra ferðina við einum eiði og segði: „Nei, maður, eg eri tað ikki, og eg kenni ikki tann mannin.“

 

Og okkurt um ein tíma seinni helt ein annar fyri víst við teir, ið hjá stóðu og segði: „Sanniliga ert tú ein teirra, tí tú ert eisini ein Galileingur, og tú kennist á málinum.“ Ein av tænarunum hjá høvuðsprestunum, sum var skyldmaður hansara, ið Pætur hevði høgt oyrað av, sigur: „Sá eg teg ikki í urtagarðinum saman við honum?“ Men hann tók at biðja ilt og svørja: „Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.“ Og í sama viðfangi, meðan hann enn talaði, gól hanin aðra ferð.

 

Og Harrin vendi sær á og leit til Pæturs. Og orð Harrans runnu Pæturi í huga, at hann hevði sagt við hann: „Áðrenn hanin gelur tvær reisir, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.“ Og Pætur fór útum og skar í grát.

 

Framhald...

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen