10 bíbliuvers um ævigt lív
03.03.2018

Her eru nøkur útvald bíbliuvers um hitt æviga lívið:

 

Og ein av høvuðsmonnunum spurdi hann og segði: «Góði meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?» (Luk 18:18)

 

Og hetta er vitnisburðurin, at Guð hevur givið okkum ævigt lív, og hetta lívið er í syni hansara. (1 Jóh 5:11)

 

Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum. (Jóh 3:36)

 

Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. (Róm 6:23)

 

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. (Jóh 3:16-17)

 

Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív. (Jóh 5:39-40)

 

Hann er tann steinurin, sum varð vrakaður av tykkum, húsasmiðunum, men sum er vorðin hornasteinur. Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.» (Áps 4:11-12)

 

Tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, latið tað verða verandi í tykkum. Um tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, verður verandi í tykkum, tá skulu tit eisini verða verandi í soninum og í faðirinum. Og hetta er tann fyrijáttanin, sum hann gav okkum: hitt æviga lívið. (1 Jóh 2:24-25)

 

Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. (Jóh 6:40)

 

Stríð trúarinnar góða stríð, gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til og viðkendi tær hina góðu játtingina fyri mongum vitnum! (1 Tim 6:12)

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen