Lurta
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 4
06.03.2024

Jesus fyri ráðnum – tey følsku vitnini

 

Men høvuðsprestarnir og hinir elstu og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; og teir funnu ongan, tí at mangir søgdu rangan vitnisburð móti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt.

 

Men at endanum komu tveir fram og søgdu rangan vitnisburð móti honum og søgdu: „Vit hava hoyrt hann siga: „Eg eri mentur og skal bróta hetta Guðs templið niður, sum er gjørt við hondum, og eftir trimum døgum byggja eitt annað, sum ikki er gjørt við hondum.“

 

Og heldur ikki um hetta kom vitnisburður teirra á samt. Og høvuðspresturin reistist og steig fram mitt ímillum teirra og spurdi Jesus og segði: „Svarar tú als einki? Hvat er tað, ið hesir vitna móti tær?“ Men Jesus tagdi og svaraði einki.

 

Høvuðspresturin spurdi hann uppaftur og sigur við hann: „Ert tú Kristus, sonur hins hálovaða? Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs!“ Jesus segði við hann: „Tú segði tað sjálvur. Eg eri tað. Men eg sigi tykkum, frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýum himmalsins.“

 

Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni sundur og segði: „Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt gudsspottanina. Hvat halda tit?“ Men teir dómfeldu hann og søgdu: „Hann er sekur til deyða.“

 

Og teir menn, ið hildu Jesusi, háðaðu hann, og teir spýttu hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; men summir tveittu eitt plagg oman yvir hann, bundu fyri eyguni á honum og slógu hann í andlitið og søgdu: „Profetera fyri okkum, Kristus, hvør var tað, sum sló teg?“ Og mong onnur tílík spottorð talaðu teir til hansara.

 

Dómurin yvir Jesus – tann avgerandi dómurin


Og tá ið tað var liðið út móti degi, gingu allir høvuðsprestarnir saman í ráð við teir skriftlærdu og fólksins elstu, alt ráðið, og teir hildu samráð saman móti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi. Og teir førdu hann fram fyri ráðssamkomu sína og søgdu: „Ert tú Kristus, tá sig okkum tað!“ Men hann segði við teir: „Um eg sigi tykkum tað, tá trúgva tit tí ikki; og um eg spyrji, tá svara tit mær ikki ella sleppa mær leysum.

 

Frá hesi stund skal menniskjusonurin eiga sæti við høgru hond Guðs kraftar!“ Og teir søgdu allir: „Ert tú tá sonur Guðs meðni?“ Men hann segði við teir: „Tit siga tað, tí at eg eri tað.“ Men teir søgdu: „Hvat nýtist okkum longur vitnisburðir? Tí at vit hava sjálvir hoyrt tað av hansara egna munni.“ Og allur flokkurin av teimum reistist, og teir bundu Jesus og førdu hann bundnan frá Kajfasi til borgina hjá landshøvdinganum og fingu Pontiusi Pilatusi, landshøvdinganum, hann. Men tað var tíðliga á morgni.

 

Deyði Judasar

 

Tá ið Judas, ið sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurpeningunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði: „Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.“ Men teir søgdu: „Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!“ Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg. Og hann datt niður og skrædnaði, og allir innvølir hansara komu út. Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: „Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna, tí at hetta eru blóðpeningar.“

 

Men teir hildu saman ráð og keyptu fyri teir pottamakarajørðina at hava til grevstur fyri útlendingar. Og hetta er vorðið øllum teim kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, so at hesin jarðarteigur til tann dag í dag á teirra máli nevnist Hakeldama, tað er blóðjørðin. Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: „Og teir tóku teir tríati silvurpeningarnar, virði, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn; og teir lótu teir fyri pottamakarajørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.“