Hvat merkir orðið evangelium?
09.03.2018

Evangelium er grikst orð, ið merkir góður boðskapur, gleðiboðskapur.

 

Tað var havt á máli í veraldarligum samanhangi, tá ið t.d. sigursboð skuldu verða borin av vígvøllinum, ella tá ið sonur varð borin í heim í húsi keisarans.

 

Men tá ið orðið evangelium verður nýtt í Nýggja Testamenti, tengir tað - sum í so mongum førum - seg at Gamla Testamenti. Fyrst og fremst hjá Jesaja varð orðið nýtt um ta frelsu, sum nærkaðist (sí Jes. 40,9; 52,7; 61,1). Beint á hesum grundarlagi verður boðskapur Jesu í Nýggja Testamenti nevndur gleðiboðskapur (Mark. 1,14).

 

Men eisini hin ápostóliski frelsuboðskapurin um Jesus verður lýstur við hesum orðum (Áps. 5,42; Róm. 1,1). Satt er, sum onkur hevur sagt: "Jesus kom ikki bara at prædika gleðiboðskapin, men eisini at tað skuldi vera ein gleðiboðskapur at prædika."

 

Seinni varð orðið evangelium nýtt sum heiti fyri einum evangeliiskrifti. Tað kemur fyri fyrstu ferð hjá Justinusi, pínslarvátti (umleið 150). Hann talar um minningar ápostlanna, ið nevndar verða evangelium.

 

Hóast tað tí verður talað um fleiri evangelium, so er tað tó eitt evangelium. Tí eitur tað eisini: evangeliið eftir Matteus o.s.fr.

 

Um Bíbliu okkara.
Týðing: Henry Debes Joensen

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen