Lurta
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 5
13.03.2024

Ákæran – Jesus fyri Pilatusi

 

Men Jødarnir gingu ikki inn í borgina, at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. Pilatus fór tí út til teirra og segði: „Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?“ Teir svaraðu og søgdu við hann: „Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.“

 

Tá segði Pilatus við teir: „Takið tit hann og dømið hann eftir lóg tykkara.“ Jødarnir søgdu við hann: „Okkum er ikki loyvt at taka mann av lívi.“ Til tess at orð Jesusar skuldu ganga út, sum hann segði, tá ið hann kunngjørdi, hvønn deyða hann skuldi doyggja.

 

Men teir tóku at klaga hann og søgdu: „Vit eru vorðnir varir við, at hasin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur at vera Kristus, kongur.“ Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín og segði við hann: „Ert tú kongur Jødanna?“

 

Jesus svaraði: „Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?“ Pilatus svaraði: „Eri eg tá Jødi? Fólk títt og høvuðsprestarnir hava fingið mær teg; hvat hevur tú gjørt?“ Jesus svaraði: „Ríki mítt er ikki av hesum heimi; var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri meg, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar; men nú er ríki mítt ikki hiðani.“

 

Pilatus segði tá við hann: „Men so ert tú kongur kortini?“ Jesus svaraði: „So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.“ Pilatus sigur við hann: „Hvat er sannleiki?“ Og tá ið hann hetta hevði sagt, fór hann út aftur til Jødarnar og sigur við teir: „Eg finni onga søk hjá honum.“ Og meðan hann var klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki. Tá spurdi Pilatus hann upp aftur og segði: „Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri. Hoyrir tú ikki?“

 

Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so landshøvdingin undraðist stórliga. Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: „Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á.“

 

Jesus fyri Heródesi

Men tá ið Pilatus hoyrdi um Galileu, spurdi hann, um hesin maðurin var Galileingur. Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum.

 

Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum. Og hann spurdi hann mangar spurningar; men Jesus svaraði honum einki. Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga.

 

Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar. Tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindaskapur teirra millum.

 

Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið og segði við tey: „Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi, so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri; og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara, og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri. Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.“

 

Barrabas

 

Men um høgtíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu. Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndur Barabbas, ið var settur fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreistri í staðinum høvdu gjørt seg sekar í manndrápi. Og mannamúgvan rópaði og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum soleiðis, sum hann var vanur. Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: „Tað er siður hjá tykkum, at eg um páskirnar gevi tykkum ein leysan.


Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, tann Jødakongin, ið kallast Kristus?“ Tí at hann skilti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu givið hann upp til hansara. Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: „Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.“

Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas, og um at Jesusskuldi verða tikin av lívi. Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: „Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan?“ Men tey rópaðu øll somul og søgdu: „Burtur við honum og gev okkum Barabbas leysan!“

 

Og Pilatus talaði uppaftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan og segði: „Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?“ Men tey rópaðu øll og søgdu: „Krossfest, krossfest hann! Men triðju ferðina segði hann við tey: „Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.“

 

Men tey rópaðu tað, tey vóru ment, og søgdu: „Krossfest hann!“ og tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan.

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen