Lurta
Bíbliuvers um Bíbliuna
16.03.2018

Bíblian er orð frá Gudi og av Gudi. Her eru nøkur bíbliuvers um Bíbliuna:

 

2 Tim 3,16: Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi...

 

Sl 119,160: Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð.

 

Sl 119,89: Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni.

 

Orðt 30,5: Hvørt eitt orð Guðs er reint...

 

Jóh 17,17: Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki.

 

Hebr 4,12: Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

 

Sl 119, 105: Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.

 

Jer 23,29: Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamar, sum klývur klettar?

 

Sl 19,10-11: Harrans agi er skírur, stendur við allar ævir. Harrans dómar eru sannir, rættvísir allir samlir. Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir; søtari enn hunangur og søtan, ið úr vakskøkum drýpur.

 

Sl 119,129: Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara.

 

Sl 119,130: Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar.

 

Sl 19,9: Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart.

 

Sl 119,11: Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.

 

Sl 19,8: Harrans lóg er uttan lýti, sálina lívgar. Harrans vitnisburður álítandi er, ger einfaldan vísan.

 

5 Mós 11,18: Tit skulu tí leggja tykkum hesi orð míni í hjarta og sál og binda tey sum tekin á hond tykkara og hava tey sum áminningarmerki á enni tykkara.

 

Jósva 1,8: Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur.

 

Ják 1,22: Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar.

 

Ják 1,25: Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.

 

5 Mós 13,4: Harranum, Guði tykkara, skulu tit fylgja; hann skulu tit óttast, og boðorð hansara skulu tit varðveita og lýða rødd hansara; honum skulu tit tæna og halda fast við hann.

 

Jes 40,8: Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.

 

Matt 24,35: Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir.

______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

 

Fylg okkum á Facebook.