Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 6
21.03.2018

Jesus verður tornakrýndur

 

Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. Men hermenn landshøvdingans fóru við Jesusi inn í borgina og fingu saman um hann alla manningina. Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann og flættaðu eina ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og tóku at heilsa honum og søgdu: „Heilur og sælur, tú Jødakongur!“ Og teir slógu hann í andlitið og spýttu á hann og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum og fullu á knæ og tilbóðu hann.

 

Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: „Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.“ Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlaksskikkjuni. Og hann sigur við teir: „Sí, her er maðurin!“ Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: „Krossfest, krossfest!“ Pilatus sigur við teir: „Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.“ Jødarnir svaraðu honum: „Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja, tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.“

 

Jesus verður dómfeldur

 

Tá ið nú Pilatus hoydi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann; og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: „Hvaðan ert tú?“ Men Jesus gav honum einki svar. Pilatus sigur tá við hann: „Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?“ Jesus svaraði honum: „Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva; tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.“ Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum.


Men Jødarnir rópaðu og søgdu: „Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum.“ Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarastólin á tí staðinum, sum nevnist „á Steinsettum“ (á hebráiskum máli: Gabbata).

 

Men tað var atfangadagur fyri páskir. Og hann sigur við Jødarnar: „Sí, her er kongur tykkara!“ Teir rópaðu tá: „Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!“ Pilatus sigur við teir: „Skal eg krossfesta kong tykkara?“

 

Høvuðsprestarnir svaraðu: „Vit hava ongan kong uttan keisaran.“ Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, vildi hann gera mannamúgvuni til vildar, og hann dømdi, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu. Men hann tók vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: „Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!“

 

Og alt fólkið svaraði og segði: „Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!“ Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, ið var settur fastur fyri uppreistur og fyri manndráp, tí, sum tey bóðu um, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestur.

 

Á veg út á Golgata

 

Tá tóku hermenninir Jesus og lótu hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði og fóru út við honum at krossfesta hann. Og hann bar sjálvur kross sín. Men á veginum út hittu teir ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrenu, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar. Hann noyddu teir at bera kross hansara; og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus.

 

Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann. Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: „Jerúsalems døtur! Grátið ikki um meg; men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara; tí at sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: „Sælar eru ófruktirnar og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva!“ Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: „Fallið yvir okkum!“ og við heyggjarnar: „Fjalið okkum!“ Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?“ Men tveir aðrir illgerðarmenn vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum.


______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen