Fida úr Irak: Eg veit at Gud svarar mínum bønum
22.03.2018

6. august 2014 kom ISIS til okkara bý og vit noyddust at flýggja. ISIS hevði sagt, at tey kristnu máttu venda um til islam ella verða dripin, ella tikin sum fangar.

 

Eg var lærari og livdi eitt vanligt kristið lív. Vit ynsktu at vera verandi kristin og at tæna Gudi. Eg varð verandi hjá ommu míni, meðan maður mín og báðar døtur okkara, flýddu til Turkalands.

 

Tey fóru í ein lítlan bát og royndu at koma sær til Grikkalands. Tey fingu trupulleikar við motorinum og báturin byrjaði at søkka. Maður mín hevði netsamband og ringdi til mín og bað meg taka mær av mammu síni og bað meg fyrigeva sær og heilsa øllum. Eg segði við hann, “Gud er hjá tykkum. Gud fer at bjarga tykkum”.

 

Eg byrjaði at biðja fyri teimum og bað Gud um at bjarga og hjálpa teimum. So legði eg myndir av teimum út á Facebook og fólk fóru at biðja fyri teimum. Síðani misti eg sambandið. Eg bara bað til Gud.

 

Nakað seinni ringdi eitt ókent nummar. Tað var maður mín sum segði, at hann var í einum flóttafólkatilhaldi. “Turkisku myndugleikarnir bjargaðu okkum”, segði hann. “Vit sukku og mundu drukna.” Genturnar vóru hjá honum.

 

“Eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda!” sigur Matteus 28,29. Hesum trúgvi eg. Eg veit at Gud svaraði míni bøn, serstakliga tá maðurin og døturnar vóru úti á opnum havi.

 

Nú eru vit saman í Jordan. Hann hjálpti okkum eisini, tá vit komu her. Vit fingu eitt stað at vera og ein skúla til genturnar. Hann hevur uppfylt allan okkara tørv. Okkum tørvaði einki. Alt var lagt til rættis fyri okkum, sigur Fida Golan at enda.


Gunnar K. Nattestad umsetti
Kelda: Bible Society

______________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen