Páskir
27.03.2018

Tá ið tey kristnu kirkjusamfeløgini halda páskir, er tað fyri at hátíðarhalda og minnast hendingarnar í sambandi við Jesu deyða og uppreisn.

 

Skírishósdag hátíðarhalda vit ta heilagu kvøldmáltíðina, sum Jesus innsetti undir síni síðstu máltíðsaman við lærusveinunum. Her tulkar Jesus sína komandi avrætting sum innseting av einum nýggjum sáttmála millum Gud og menniskja. Hann knýtir sítt pínda likam saman við breyðinum, sum verður boðið, og sítt úthelta blóð saman við víninum í bikarinum, og áleggur sínum lærusveinum at halda fast við hesi sambond, tá teir í framtíðini møtast til máltíð.

 

Langi fríggjadagur er minningardagur fyri Jesu krossfesting og gravlegging.

 

Páskadagur og 2. páskadagur eru dagarnir, tá ið Jesu uppreisn verður hátíðarhildin.

 

Tað eru hesir fýra halgidagar innan fyri fimm dagar, sum eru tær kristnu páskirnar, við tað at hvør dagur er knýttur at sínum liði í søguni um Jesus.

 

Men orðið páskir merkir í Bíbliuni eitt hátíðarhald við einum heilt øðrum innihaldi. Í Aðru Mósebók kapittul 12 er frásøgnin, sum er grundarlagið fyri teimum jødisku páskunum.

 

Her verður sagt frá innsetingini av einum hátíðarhaldi til minnis um, hvussu Móses fríaði Ísrael úr Egyptalandi.

 

Ísraels fólk skal savnast í familjunum, slátra og steikja eitt veturgamalt lamb og eta tað saman við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum, alt meðan tey skulu vera til reiðar at fara úr landinum. Blóðið av lambinum skal verða strokið á hurðastólparnar, so at deyðin, sum somu náttina fer gjøgnum Egyptaland fyri at taka tann frumborna í hvørjum húsi, kann fara fram við húsunum hjá ísraelittunum. Páskir merkja at fara um.

 

Á hvørjum ári skulu tey gera eina samsvarandi máltíð fyri at minnast útferðina, og tað er á henda hátt, at jødarnir hátíðarhalda páskir enn dagin í dag. Á Jesu døgum var tann jødiska páskahátíðin nær knýtt at hátíðarhaldinum ósúrgaðu breyða sum ein stór pílagrímshátíð, har jødar úr øllum heiminum møttust í Jerusalem.

 

Sambært evangeliunum var tað júst eina páskahátíð, Jesus luttók saman við sínum lærusveinum, og tað var við eini tílíkari jødiskari páskamáltíð, hann innsetti heilagu kvøldmáltíðina. So tá ið tey kristnu eftirsíðan møttust fyri at halda páskahátíð, varð tað eftir stuttari tíð at minnast og hátíðarhalda tær ógvusligu hendingarnar í Jesu lívi frá skírishósdegi til páskadag, sum gjørdist veruliga innihaldið í hátíðarhaldinum.

 

Navnið á hátíðarhaldinum varð standandi, men innihaldið gjørdist eitt heilt annað.

 

Gleðiligar páskir.

______________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen