Nøkur bíbliuvers um uppreisnina
03.04.2018

Grøvin er tóm, Jesus er risin upp. Her eru nøkur bíbliuvers um uppreisnina:

 

Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum (1 Pætur 1:3)

 

Men eg veit, at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp. Tá ið húð mín er burturtærd, skal eg tó frá holdi mínum skoða Guð. (Job 19:25-26)

 

Men Guð skal loysa mína sál út av heljarhondum, tí hann meg til sín skal taka. (Sálm 49:15)

 

Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr (Jóh 11:25)

 

Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! (Matt 28:5-6)

 

Síðan sigur hann við Tummas: «Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.» Tummas svaraði og segði við hann: «Harri mín og Guð mín!» Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!» (Jóh 20:27-29)

 

Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. (Róm 10:9-10)

 

Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar. (Opinb 1:17-18)

 

Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; vmen er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. (1 Kor 15:12-20)

 

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum. (Jóh 3:16-17)

______________________________________________________________________________________________________________________________________________

 

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen