Hvussu vóru evangeliini til?
06.04.2018

Fyrsti kristni ættarliðurin hevði eingi skrivað evangelium (umleið 30-60). Men evangeliið var tó - og Jesus sjálvur og ápostlar hansara boðaðu tað. Teimum varð litið til at boða gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum.

 

Hesin gleðiboðskapurin var fyrst og fremst um 1) tað, Jesus hevur gjørt. Verða fyrstu talurnar í teimum fyrstu kapitlunum í Ápostlasøguni (t.d. 10,34-43) bornar saman við ávísar partar í brøvum Paulusar (t.d. 1. Kor. 15,3), fæst ein samandráttur úr fyrsta og elsta gleðiboðskapi. Hann er um, hvat Jesus gjørdi, tá ið hann gekk um og gjørdi væl og grøddi.

 

Men serstakliga er hann um, hvat hann gjørdi, tá ið hann fór niðan til Jerúsalems, gav lív sítt í deyðan og reis upp á triðja degi. Tað var hetta, ápostlarnir boðaðu, og sum fyrsta kristna kirkjuliðið varðveitti.

 

Men fornkristna boðanin var eisini um, 2) hvat Jesus hevði sagt. Eingin hevði jú talað sum hann (Jóh. 7,46). Frálæra Jesu gjørdist tí týdningarmikil í trúarlívinum í kristna kirkjuliðinum. Paulus tekur t.d. fegin til orð Harrans, tá ið hann í kirkjuliðum sínum skal gera av trætumál (samb. 1. Kor. 7,10; 11,23; Áps. 20,35). Hesi orð eru varðveitt sum dýrgripur.

 

Óivað eru tíðliga gjørd upprit um tað, Jesus hevði sagt og gjørt. Næsta ættarliði tørvaði at fáa hesi rit savnað og góðkend - tí frásagnir gingu manna millum, ið ikki stavaðu frá teimum, ið av fyrstan tíð fylgdust við Jesusi.

 

Tann fyrsti, ið setti skjøtil á, mundi vera Markus. Hann skrivaði fyrsta evangeliið. Tað var fyrst í 60-árunum. Tað vardi ikki leingi, so tóku tríggir aðrir eftir: Matteus, Lukas og Jóhannes. Vit fingu so fýra evangelium.

 

Um Bíbliu okkara
Týðing: Henry Debes Joensen

 

Les eisini: Hvat merkir orðið evangelium?


______________________________________________________________________________________________________________________________________________


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen