Sál mín tystir eftir Gudi
17.04.2018

Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Gud!

 

Sál mín tystir eftir Gudi, eftir tí livandi Gudi. Nær skal eg koma og skoða Guds ásjón? Mín grátur er vorðin føði mín um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Gud tín?»

 

Tá ið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guds hús við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátíðarrómi.

 

Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Gudi, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Gudi. Mín sál er stúrin, mín Gud, tí kemur mær teg í huga burturi frá Jórdans landi og Hermon, frá Mizars fjalli.

 

Vatnflóð rópar til vatnflóð við duni av fossum tínum. Allir tínir sjógvar og aldur bróta inn yvir meg. Á degi sendir Harrin miskunn sína, á nátt er hans songur hjá mær, ein bøn til lívs míns Guds.

 

Við Gud, mín klett, eg má siga: «Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?» Sum eitur í beinum mínum er háðin av fíggindum mínum, tá teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Gud tín?»

 

Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Gudi, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Gudi.

 

Til songmeistarans; ein maskil; av Kora sonum.
Sálmur 42

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen