Kristin fjala seg undir jørð
20.04.2018

Kristin undir jørð: Vit kunna í øllum førum vísa fram hendur okkara!

 

Ung og gomul hittast loyniliga um nýggju trúnna fyri ikki at koma sær í vanda at verða víst burtur úr sínum almenna sosiala samfelag, ja, verða burturbeind og kanska til tað, ið verri er.

 

“Vit kunna í øllum førum vísa fram hendur okkara,” siga nakrir limir innan eitt kirkjulið á bygd í Meginasia. Tey kristnu savnast trúliga heima í ávísum húsum at hoyra bíbliufrásagnir.

 

Eini 15-20, ymiskar avtalaðar løtur, ymiskar vikudagar. Vanliga tvey í fylgju, fyri at eingin skal varnast tey og leggja tey undir eitthvørt. Leggur politiið hald á bíbliur teirra, so verður lurtað eftir ymiskum bíbliufrásagnum á ljóðbondum. Málið á upptøkunum eru á russiskum og eini røð av øðrum tjóðskaparligum málum eisini.


Børnunum dáma væl bíbilsku frásagnirnar úr Nýggj Testamenti. Hóast tað ikki er forboðið at eiga eina Bíbliu, so ber væl til hjá politinum at halda aftur persónar bara tí, at hesi eiga eina Bíbliu. Lokalu bíbliufeløguni syrgja fyri, at nýggjar Bíbliur koma, so hvørt sum politiið leggur hald á.


Myndatekstur: Kristin eru noydd at hittast loyniliga, hvørja ferð at lesa bíbilskar frásagnir. Tey vísa sínar beru hendur, fyri at teirra nýggja trúgv ikki skal veita teimum trupulleika og harvið leiða tey í óføri.

 

Henry D. Joensen umsetti

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen