Søguligt ár og spennandi framtíð
23.04.2018

Árligi limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 15. mai kl. 19:30 í sera góðu kørmunum í Kelduni í Skálabotni.

 

Annelisa Rasmussen byrjar við andakt og síðani er skráin til limafundin sambært viðtøkum felagsins.

 

Aðalskrivarin hevur ársfrágreiðing felagsins. 2017 hevur verið eitt søguligt ár, tí Bíbliufelagið útgav fyri fyrstu ferð Nýggja Sáttmálan, eina útgávu av Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum.

 

Greitt verður eisini frá fíggjarligu gongdini og hvørjar ætlanir Føroyska Bíbliufelagið hevur framyvir. Aðrar útgávur eru longu komnar og aðrar útgávur eru í skjáttuni.

 

Teir yvir 400 limirnir fáa eisini møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði hjá felagnum.

 

Aftaná hevur Jógvan Fríðriksson bispur ein sera áhugaverdan fyrilestur undir heitinum “Samskiftið millum systrar og brøður”, har møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

 

Nýggir limir kunna tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins: www.biblia.fo

 

Viðtøkurnar fyri Bíbliufelagið kunnu lesast her.

 

Hjartaliga vælkomin!