10 hugkveikjandi bíbliuvers
30.04.2018

Her er eitt úrval við 10 hugkveikjandi bíbliuversum til hin niðurboygda:

 

Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. (Sálm 37:5)

 

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: «Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.» (Matt 19:26)

 

Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. (Filip 4:13)

 

Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki. (Sálm 138:3)

 

Harrin er styrki mín og lovsongur, og hann varð mær til frelsu; hann er Guð mín, og eg vil hálova honum, Guði faðirs míns, og eg vil tigna hann! (2 Mós 15:2)

 

Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! (1 Krýn 16:11)

 

Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg. (Jes 41:10)

 

Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna. (Zak 4:6b)

Og hann hevur svarað mær: «Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi.» Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær. (2 Kor 12:9)

 

Tryggur skalt tú vera, tí at nú er vón, tú lítur teg um og legst óttaleysur til hvíldar. (Job 11:18)

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen