Lurta
Tey bæði Korintbrøvini
05.05.2018

Í Nýggja Testamenti eru tvey brøv av Paulusi til meinigheitina í Korint í Grikkalandi, sum hann sjálvur stovnaði.

 

Lesa vit tey bæði brøvini nágreiniliga, sæst, at upprunaliga hava tað verið fýra brøv - kanska enntá fleiri – í tí samlaða brævaskiftinum. Minst tvey brøv í Nýggja Testamenti eru áðrenn Fyrra Korintbræv. Tey eru farin fyri skeytið, men vit vita, at tey hava verið til, tí tey verða beinleiðis umrødd.

 

Í kapittul 5 í Fyrra Korintbrævi hevur Paulus at korintum fyri at tola ein ósiðiligan mann, sum er limur í meinigheitini, og her vísir hann til ørindi 9, at hann í einum fyrr skrivaðum brævi hevur skrivað til teirra um ólevnað.

 

Paulus tosar í eintali um hetta bræv, so her er tað mest natúrligt at halda, at bert hetta eina brævið av Paulusi er sent áðrenn Fyrra Korintbræv.

 

Men so sæst, at eitt bræv er komið hinvegin. Í kapittul 7 ørindi 1 vísir Paulus á, at korintarar hava skrivað til hansara og biðið um ráð um viðurskiftini millum mann og konu. Hesum spurningi – og fleiri øðrum – svarar Paulus í fylgjandi kapitlum í Fyrra Korintbrævi.

 

Tað er væl hugsandi, at brævið frá korintum hevur verið flutt Paulusi av eini trímanna sendinevnd, sum er komin á vitjan frá Korint, sum verður umtalað í Fyrra Korint kapittul 16 ørindi 17.

 

Í Seinna Korintbrævi umtalar Paulus í tveimum støðum bræv, sum hann hevur sent til meinigheitina í Korint. Í kapittul 2 ørindi 3 og 4 skrivar hann um eitt bræv, sum hann hevur skrivað av miklari angist og hjartans trega við mongum tárum, og í kapittul 7 ørindi 8-12 sæst, at hetta bræv eisini hevur gjørt korintum stóra sorg, men at tað eisini hevur ført til jaligar broytingar í meinigheitini.

 

Hvat bræv er tað, sum Paulus vísir til? Ein møguleiki er, at tað er Seinna Korintbræv kapittul 10-13, sum so upprunaliga skuldi havt verið eitt sjálvstøðugt bræv, sum er skrivað fyrr og síðan skoytt uppí hetta. Her er tónin hjá Paulusi í øllum førum sera hvassur.

 

Ein annar møguleiki er, at Paulus vísir til eitt bræv skrivað millum Fyrra og Seinna Korintbræv, sum eftirsíðan er farið fyri skeytið. Um tað er so, fevnir tað korintiska brævaskiftið sostatt um minst fimm brøv.

 

Men tann nærmasti møguleikin er helst tann, at brævið, skrivað undir tárum, er tað, sum vit hava varðveitt sum Fyrra Korintbræv. Tá hugsað verður um, hvussu nær eitt persónligt samskifti Paulus hevur havt við júst meinigheitina í Korint, er tað ikki ilt at ímynda sær, at tað hevur givið honum stóra sorg at skula finnast so hvassliga at teimum, sum hann ger fleiri staðni í Fyrra Korintbrævi.

 

Bíbliulesiætlanin 2017-18

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen