Hví standa tit og hyggja upp til himmals?
10.05.2018

Í dag er Kristi himmalferðardagur.

 

Hesin heilagi lesturin er skrivaður á Ápostlasøguni:
Hina fyrru frásøgnina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir bæði at gera og læra, líka til tann dagin, tá ið hann varð upp tikin, eftir tað at hann hevði givið ápostlunum, sum hann hevði valt, boð við heilagum anda; teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til.

 

Og meðan hann var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins, »sum tit,« segði hann, »hava hoyrt um av mær; tí at Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir.«

 

Og tá ið teir nú vóru saman komnir, spurdu teir hann og søgdu: »Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?« Hann segði við teir: »Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir ella tímar, sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi. Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.«

 

Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: »Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals?

Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.« Áps. 1,1-11.

 

Hetta heilaga evangeliið skrivar Markus evangelistur:
Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu, meðan teir sótu til borðs, og hann átalaði teir fyri vantrúgv og hjartans harðleika teirra, at teir ikki høvdu trúð teimum, sum høvdu sæð hann upprisnan. Og hann segði við teir: »Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!

 

Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, sum trúgva: í navni mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka um ormar; og um tey drekka okkurt eiturbland, skal tað ikki saka tey; tey skulu leggja hendurnar á sjúk, og tey skulu verða frísk.«

 

Síðan varð Harrin, eftir tað at hann hevði talað við teir, tikin upp til himmals, og hann settist við høgru hond Guðs. Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu. Mark. 16,14-20.

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen