Altjóða bíbliuumsetingar í vøkstri
09.05.2018

Sameindu bíbliufeløgini eru serkunn í at umseta. Í løtuni verður á altjóða støði arbeitt við meira enn 400 bíbliuumsetingum.

 

Í 2017 hjálpti sameindu bíbliufeløgini við at liðugtgera bíbliuumsetingar á 49 tungumálum, so meiri enn 580 milliónir fleiri kunnu lesa Bíbliuna. Enn eru 3.773 tungumál, ið bíða.


Kina


Í løtuni verður arbeitt við eini røð av umsetingarverkevnum á minniluta tungumálum, sum kunnu nema milliónir av kinesarum. 85% av teimum 800.000 kristnu í t.d. Yunnan-landspartinum tosa eitt minniluta tungumál og hava ilt við at lesa verandi yvirsetingar. Arbeitt verður eisini við at umseta Bíbliuna til teknmál. Mett verður, at 28 milliónir deyv eru í Kina.


Suðursudan


Í 2017 eydnaðist at liðugtgera Bíbliuna til Mabaam – tvey ár fyrr enn ætlað. Mitt undir borgarakrígnum. Tungumálið Mabaam verður tosað av umleið 90.000 fólkum, ið liva tætt upp at Sudanmarkinum, einum øki, ið er undir sterkum trýsti av Islam. Kirkjurnar verða tó ikki minni í tali, men eru vaksandi í tali. 10.000 staðbundin hátíðarhildu Bíbliutýðingina – mong komu frá nærliggjandi flóttafólkalegum.

 

Atgongd at Bíblium

 

Tað eru 7097 tungumál í heiminum:

  • 674 tungumál eiga alla Bíbliuna.
  • 1.515 tungumál eiga eitt Nýggja Testamenti.
  • 1.135 tungumál eiga útvaldar partar av Bíbliuni.
  • 3.773 tungumál eingi rit ella skrift.

Kelda: Sameindu bíbliufeløgini.

Henry D. Joensen, týddi.

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen