Stuðla fyrstu bíbliuumseting úr grundmálinum í meira enn hálva øld
13.05.2018

Hvítusunnudag 20. mai, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í flestu fólkakirkjunum kring landið, og ynskja vit við hesum at minna á høvið at stuðla Bíbliufelagnum og tess arbeiði.

 

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað upprunað føroyskt og týtt tilfar, til allar aldursbólkar.

 

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við limagjaldi og gávum og tí er talvudagurin ein kærkomin fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

 

Innsavnaði peningurin í ár, fer serliga til nýggju umsetingina av allari Bíbliuni úr grund málunum. Tað er Hans Jacob Joensen, frv. bispur, sum hevur latið umsetingina úr hondum .

 

Í fjør kom fyrsta gerandisútgávan av Nýggja Testamenti “Nýggi Sáttmálin” út og hevur hann verið sera væl móttikin. Í apríl kom nýggja barnabíblian “Bíblian til øll børn” út; hon er ætla smærri børnum. Nú verður so eisini arbeitt við eini aðrari barnabíbliu, sum vónandi kemur út seinni í ár.

 

Partur av virkið Bíbliufelagsins, er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møguleika.

 

Stuðul er fyrr latin India, Ukraina, Pakistan og Filipsoyggjunum.

 

Bíbliufelagið er virkið á heimasíðuni www.biblia.fo og á Facebook síðuni.

 

Eisini hevur felagið útgivið eina framúrskarandi bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.

 

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

 

Við vón um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul...

 

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson             Bergur D. Joensen               Gunnar K Nattestad
forseti í Bíbliufelagnum    formaður í Bíbliufelagnum    aðalskrivari

 

Peningastovnar:

BankNordik 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8