Ber vón til heimsins flóttafólk
21.11.2014

Eftirspurningurin eftir Bíbliuni er stórur millum heimsins flóttafólk.

 

Sambært Flóttafólka-hákommissariatunum hjá SN UNHCR eru fleiri enn 51 milliónir

menniskju flóttar í hesum heimi. Talið er tað hægsta síðan Seinna heimsbardaga. Hesi

flýggjandi eru tíðum traumatiserað og sálarliga illa fyri og søkja hjálp í kirkjum, har

tey kunnu fáa mat og umsorgan. Og Bíbliuna kunnu tey eisini fáa, um tey ynskja tað.

 

Bíblian hevur nógvar søgur um menniskju, sum flýggja:

  • Káin varð sendur burtur úr sínum heimstaði.
  • Nóa var heimleysur eftir náttúruvanlukkuna.
  • Ábraham og Sára flýddu til Egyptalands vegna hungur. Hagar, Ísakur og Rebekka, Jákup,   Esau, Jósef, Móses, Náomi, Rut, Dávid, Elia, Jesus, Maria, Pætur og mangir aðrir bíbilskir   persónar máttu flýggja.

Í hesum londum býta bíbliufeløg út Bíbliur:

  • Sýria
  • Jordan
  • Gaza
  • Ísrael
  • Irak
  • Libanon
  • Ukraina
  • Suðursudan
  • Uganda

SO EINFALT KANST TÚ STUÐLA


BÍBLIUR TIL FLÓTTAFÓLK

  • 1 bíblia – 35 krónur
  • 10 bíbliur – 350 krónur
  • 100 bíbliur – 3.500 krónur

Tygum kunnu flyta pening á hesar kontur:

  • BankNordik konta nr. 6460 382 873 7
  • Eik Banka konta nr. 9181 380 777 2
  • Norðoya Sparikassa konta nr. 9865 992 646 6
  • Suðuroyar Sparikassa konta nr. 9870 992 061 8

Merkið flytingina “Bíbliur til flóttafólk”

 

Vælkomin at senda spurningar á aj@biblia.fo

 

1000 takk fyri fyri hjálp tína!