Lurta
Bønir í Bíbliuni
18.06.2018

Bíblian rúmar mangar bønir, sum kunnu geva íblástur til tína egnu bøn.

 

Í Bíbliuni eru mangar bønir, ið menniskju hava biðið, og sum vit kunnu nýta afturat okkara bønum í dag. Viðhvørt er tað ein góð hjálp og gevur íblástur at nýta onnur orð til eins egnu bønir.

 

Sálmabókin kann t.d. verða nýtt sum tín egna bønabók og umframt til ítøkiligar bønir, so er tað eisini ein háttur at fáa lærdóm av, hvat ið bøn er og rúmar.

Mangastaðni í Bíbliuni finna vit bønir, tú kanst nýta.

 

Her eru nøkur dømi:

 

Tilbiðjan

 

Heilagur, heilagur, heilagur, Harrin Guð, hin alvaldi, hann, sum var, og sum er, og sum kemur! Opinb. 4,8b

 

Verdur ert tú, Harri og Guð okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir til og vórðu skapaðir. Opinb. 4,11

 

Lovaður veri tú, Harri, Guð Ísraels, faðir várs frá ævum og um allar ævir! Tær, Harri, hoyrir tignin til og mátturin, heiðurin, æran og dýrdin, tí at alt er títt bæði á himni og á jørð; og títt, Harri, er ríkið, og tú ert hevjaður sum høvur yvir øllum! Frá tær kemur eyður og hátign, og øllum tú valdar; í tíni hond er megi og máttur, í tíni hond tað stendur, hvør ið skal vera mikil og máttugur; tí tignum vær teg, vár Guð, og lovsyngjum tínum dýrdarríka navni. 1. Krýn. 29,10-13

 

Syndajáttan

 

Náða meg, Guð, fyri miskunn tína, fyri tína stóru várkunn strika út misgerðir mínar! Tváa meg allan reinan frá míni søk, frá míni synd meg reinsa! Tí misgerðir mínar eg veit, synd mín er mær altíð fyri eygum! Eina móti tær eg havi syndað og gjørt tað, ið tær tykir ilt, at tú mást rættvísur vera, tá ið tú talar, reinur, tá ið tú heldur dóm! Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móðir mín meg gitið. Sí, til sannleiks í hjartadýpi er hugur tín, í hjartans duld tú meg vísdóm lærir! Sálmur 51,3-8

 

Takkargerð

 

Harrin er klettur mín og virki, hann ið bjargar mær; Guð er helli mítt, har ið eg fái lívd, skjøldur mín og mítt frelsuhorn, háborg mín og høli, frelsari mín, ið bjargar mær frá yvirgangsverki! Lovaður veri Harrin, svá ljóðar róp mítt, frá fíggindum mínum veri eg bjargaður. 2. Sám. 22,2-4

 

Eg lovi tær, Harri, tí tú bjargaði mær og lætst ikki gleðast fíggindar mínar av mær. Harri, Guð mín, eg rópaði til tín, og tú grøddi meg. Harri, tú sál mína dróst úr helheimi upp, tú meg vakti til lívs frá teim, í grøv fóru niður! Sálmur 30,12-13

 

Bøn

 

Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar. Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði. Minst á, Harri, miskunn tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru. Sálmur 25,4-6

 

Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin! Sálmur 139,23-24

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen