Hjálp kristnum, sum verða atsøkt
04.10.2018

Kristin verða alsamt meir og meir atsøkt. Nunnan Sara mátti flýggja úr Mosul í Irak, tá ið Islamiskur Statur søkti at býnum.

 

Stríðshugaðir islamistar noyða tey kristnu at rýma úr teimum gomlu bíbilsku heimlondunum.

 

Í stórum pørtum av Afrika og Miðeystri verða tey kristnu eyðmýkt, atsøkt, fongslað og dripin fyri teirra trúgv. Nógv bíbliufeløg eru hótt, og mangir bíbliuumsetarar mugu fjala seg.

 

Stuðla kristnum, sum verða atsøkt, við mati, innivist, upptøkum um kristindóm og trúgv, sálarrøkt, forsprákaravisksemi og bíblium.

 

 

Tín fasti stuðul broytir lív


Stuðlar tú Bíbliufelagnum fast, bjargar tú mannalívum og gevur kristnum møgluleika at inna teirra átrúna.

 

So einfalt kanst tú stuðla Bíbliur til flóttafólk

  • 1 bíblia = 35 kr
  • 10 bíbliur = 350 kr
  • 100 bíbliur = 3500 kr

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:

 

- BankNordik konta nr. 6460 3828737
- Betri konta nr. 9181 3807772

- Norðoya Sparikassi konta nr. 9865 9926466
- Suðuroyar Sparikassi konta nr. 9870 9929920618

 

Merkið flytingina “Bíbliur til flóttafólk.”

Vælkomin at senda spurningar á biblia@biblia.fo

 

Túsund takk fyri hjálp tína!

 

Føroyska Bíbliufelagið

 

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen