Bíbliuvers um pening og ríkidømi
04.07.2018

Bíblian hevur almikið at læra okkum, eisini tá ið talan er um at handfara pening og ríkidømi til egið brúk, persónlig viðurskifti og at gagna Guds ríki við, í staðin fyri okkara persónligu gramligu peningagirnd.

 

Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. (Matt. 6:19-21)

 

Har sum ognirnar vaksa, har verða fleiri um at eta tær upp; hvat gagn hevur tá ánarin av teimum annað enn sýni av teimum? (Præd. 5:10)

 

Og hann segði við tey: «Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.» (Luk. 12:15)

 

Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: «Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær.» (Hebr. 13:5)

 

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon. (Matt. 6:24)

 

Tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum. (1. Tim. 6:10)

 

Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur. (Orðt. 3:9-10)

 

Tess vegna er tað fyri neyðini at verða lýðin, ikki bert fyri revsingarinnar skuld, men eisini fyri samvitskunnar skuld. Tí gjalda tit jú eisini skattir; tí at teir eru tænarar Guðs, sum serliga hava hetta í varðveitslu. Gjaldið øllum tað, sum tit skylda teimum; tí skatt, sum skal hava skatt, tí toll, sum skal hava toll, tí ótta, sum skal hava ótta, tí virðing, sum skal hava virðing. (Róm. 13:5-7)

 

Men tann, sum hevur heimsins góðs og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum, hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í honum? (1. Jóh. 3:17)

 

Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali. (Sálmur 119:72)

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen