Lurta
Frágreiðing frá arbeiðinum og framtíðar ætlanir
06.07.2018

Limafundur 15. mai 2018 í Kelduni í Skálafirði.


Eg skal siga nakað um virksemi hjá Føroyska Bíbliufelagnum í 2017, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. 2017 er fyrsta heila árið, eg sjálvur var í starvi, og tí havi eg í mun til 2016 nakað betur yvirlit yvir virksemið enn á seinasta limafundi. Tit eru vælkomin við viðmerkingum og spurningum aftaná framløguna.


Nýggi Sáttmálin
2017 gjørdist eitt søguligt ár hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Tann 31. oktobur, var fyrsta Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum Nýggi Sáttmálin útgivin og umframt tað, var hetta eisini fyrsta nýggja umseting av bíbliuteksti í knappliga 60 ár. Tað stóð nógv á at fáa setningin við hesi útgávu greiddan, men at tað eydnaðist, og tað til sjálvan 500 ára dagin eftir Trúbótina, var sera hugtakandi og í samsvari við kjarnuna av hendingini í Wittenberg á sinni, at Guds orð er og verður okkara grundvøllur og at tað er umráðandi at fáa hetta Orðið út til øll fólk. Hesa ferð var tað so serliga til okkara ungu og tey, ið ikki eru so von við at lesa í Bíbliuni. Vit eru Gudi og teimum nógvu, sum hava gjørt so nógv fyri at fáa hetta verkið út, sera takksom!


Danska Bíbliufelagið
18. mai í fjør var stýrið hjá Bíbliufelagnum við til umboðsmannafundinum hjá Danska Bíbliufelagnum. Á hesum fundinum takkaðu vit fyri samstarvið, vit hava havt øll árini, og var Føroyar endaliga strikaðar úr viðtøkunum hjá dønum. Sostatt er Føroyska Bíbliufelagið formelt nú ikki longur partur av Danska Bíbliufelagnum.


Kunning
Tað hevur ikki verið so nógv virksemi á heimasíðuni og Facebook, sum ætlað. Lutvís havi eg persónliga ikki megna at lyfta ta uppgávuna so væl, sum lovað, og lutvís hevur annað virksemi, m.a. júst umtalaða, avmarka møguleikarnar fyri hesum. Tó so, seinastu mánaðirnar er vend komin í.

 

Stýrið fyri Bíbliufelagið heitti tíðliga í ár á Ásbjørn Jacobsen, fyrrv. aðalskrivara, sum eisini áðrenn hevur gjørt nøkur átøk á netinum, um at taka sær av at leggja tilfar út á Facebook og heimasíðu okkara, umframt at røkja aðrar uppgávur. Hetta fyri eina minni samsýning. Tí hevur Ásbjørn frá tíðliga í ár lagt skriftorð, greinar og annað tilfar út. Limirnir hava eisini notið gott av hesum, tí nøkur kunningarskriv eru send, so at limirnir vita, hvat Bíbliufelagið tekst við. Nú er stórt sæð okkurt nýtt á Facebook síðuni dagliga, og javnan verður nýtt tilfar lagt út á heimasíðuna.

 

Forlagið Bókin
Í forlagnum Bókini hevur virksemi av ymsum grundum verið eitt sindur óstøðugt. Men okkurt er komið av skafti. Umframt at Nýggi Sáttmálin er útgivin, var tíðliga í 2017, farið undir at umseta eina barnabíblu «Bíblia fyri øll børn», við sera hugtakandi myndum. Ætlandi skuldi útgávan koma út seint seinasta summar, men vegna trupulleikar hjá upprunaforlagnum dróg hendan verkætlanin út, so at barnabíblian ikki kom út fyrr enn fyrst í apríl í ár. Saman við gomlu útgávunum eru hesar nýggju útgávunar saman við komandi útgávum ein sera tíðandi fortreyt fyri fíggjarliga grundarlagnum undir virkseminum hjá felagnum. Í frágreiðingini um roknskapin, verður meira sagt um hendan partin.

 

Fleiri útgávur aftrat eru í stoypiskeiðini, men tað er serliga nýggja umsetingin hjá Hans Jacob Joensen, fyrrv. biskupi, úr grundmálinum, sum skal ígjøgnum eina drúgva tilgongd við rættlestri o.ø., og fer hon at krevja nógva fíggjarliga og umsitingarliga orku komandi árini. Fróðskaparsetrið er komið langt við at eftirhyggja Nýggja Testamenti, alt Gamla Testamenti er rættlisið, og vera hesar rættingar nú førdar inn í talgildum formi, so at tilfarið kann sendast út til onnur at meta um og fáa viðmerkingar frá. Tað einasta, sum ikki er týtt, eru Sálmarnir í Gamla Testamenti, men tað hevur David Johannesen, fyrrv. sóknarprestur í Vágum, átikið sær at týða. Vónandi kunna vit fáa hesa triðju føroysku umsetingina av allari Bíbliuni klára til útgávu um ikki so nógv ár.

 

Ein onnur barnabíblia við teknibók til eitt sindur eldri børn er eisini ávegis, og vóna vit, at hon verður útgivin seint í heyst.


Norðurlendskt samstarv
Virksemi hjá Bíbliufelagnum er á fleiri økjum, eisini út um landoddarnar. Samstarv hevur verið ímillum norðurlendsku bíbliufeløgini í nógv ár, men tað er sjálvandi serliga Danska Bíbliufelgið, vit hava samstarvað nógv við. Í 2016 møttust allir aðalskrivararnir í Føroyum, og í 2017 varð hesin fundurin í Helsinki í Finlandi, har eg eisini tók lut. Fundurin var yvir tveir dagar, og har var m.a. kunnað um, hvat ymsu feløgini arbeiddu við, og umrøtt varð, hvussu feløgini royndu at føra Philadelphia lyftið frá heimsfundinum hjá Sameindu Bíbliufeløgnum í 2016 inn í teirra dagliga arbeiði. Tað er sera gevandi hjá okkum sum eitt lítið felag, at kunna fáa íblástur frá hinum feløgunum og at síggja og fáa atgongd til tilfar, sum tey arbeiða við og geva út. Vit hava ikki somu menniskjaligu og fíggjarligu orku sum tey. T.d. kostaði seinasta norska bíbliuumsetingin 28 milliónir, men við at kunna brúka teirra tilfar og royndir, kunna vit gera nógv meira, enn um vit skuldu gjørt alt frá grundini. T.d. hava vit higartil fingið árligu Bíbliulesiætlanina frá Danska Bíbliufelagnum uttan kostnað.


Sameindu Bíbliufeløgini
Serliga eftir at Føroyska Bíbliufelagið gjørdist limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), tann 11. apríl 2016, er sambandið úteftir økt. Vit hava ígjøgnum UBS atgongd til eitt heimsumfatandi netverk, sum vit kunna knýta til bæði til ráðgeving og íblástur til beinleiðis verkætlanir umframt at veita stuðul til tey lond, ið eru í eini menningartilgongd at klára sítt egna virksemi.


Ígjøgnum UBS var eg á einum kunningarskeiði í Ukraina eina viku um miðjan september 2017. Her var kunnað um hvørjar tænastur og møguleikar, sum UBS veitir bíbliufeløgunum, og nógv varð eisini gjørt burtur úr at møta umboðum úr ymsu londunum, harav nógv vóru muslimsk. Fleiri av bíbliufeløgunum vóru ikki nógv eldri ella størri enn okkara. Samskifti við hesi fólk lærdi meg nógv um, hvussu góðar okkara fortreytir eru, og hvussu stórar avbjóðingum hesi fólk dagliga møta. Tess meira hugtakandi var at síggja hvussu brennandi tey arbeiddu og vildu geva seg í tænastuni. Lat okkum minnast til at biðja fyri hesum londunum!

 

Tað var eisini sera hugaligt í gjár at vera gjørdur varugur við, at stuðul sum Føroyska Bíbliufelagið hevði lati til felagskapin Eysturhjálp, er farin til at geva 200 Bíbliur til fólk í Ukraina. Vit teljast ikki saman við størstu londunum, men vit eru millum ríkastu lond í heiminum, og skula minnast til, at vit kunna vælsigna onnur eftir førimuni. Lat okkum ikki gloyma tað í tí dagliga arbeiði okkara.


Ætlanir fyri 2018
Sum sagt, er nýggja bíbliuútgávan tann stóra verkætlanin komandi árini. Størri krøv vera sett til eina løggilduga útgávu, og tað er høvuðsgrundin til drúgvu útgávutíðina. Nú eru vit við at koma hagar, at fleiri fólk gerast partur av arbeiðinum at meta um tekstin. Hvussu drúgt hetta verður, vita vit ikki, men helst gongur eitt gott ár, áðrenn tann parturin er liðugur.


Til barnabíbliuna, sum er í gongd, er teksturin longu umsettur, so tað skal ikki so nógv til at koma á mál við henni, annað enn fígging. Tað eru leypandi aðrar verkætlanir á borðinum, men nógv av hesum virksemi er treytað av vælvild frá góðum fólki, sum vilja leggja nakað av sær sjálvum í uttan at fáa tað stóra peningaliga afturfyri. Føroyska Bíbliufelagið stendur í stórari skuld til hesi ikki so fáu menniskju, sum ofra seg fyri sakina. Má Gud ríkiliga vælsigna hesi eins væl og okkum onnur, sum vera lønt í verðsligum virðum.


Ætlanin er at varðveita verðandi økta virksemi á netinum og at styrkja um limarøktina. Gongdin í limatalinum er støðug, og limagjaldi er eitt gott ískoyti til raksturin av Bíbliufelagnum. Umhugsað verður at innføra eina nýggja skipan fyri limagjøld, men enn er støða ikki tikin til tað.


Stýrið hevur ynski um at gera meira fyri at fáa fleiri limir, og vóna vit at kunna seta eitt átak í verk í seinnu hálvur í ár. Eisini ynskir stýrið at koma meira runt á vitjan hjá kirkjum og samkomum um landið, so at limirnir kunna fáa høvi at møta Bíbliufelagnum meira persónliga og at fáa møguleika til at samskifta beinleiðis við ábyrgdarfólkini.

 

Tað økta virksemi krevur eisini meira av okkum fíggjarliga. Í løtuni er aðalskrivarin settur hálva tíð og tvey onnur starvsfólk røkja uppgávur fyri smærri samsýningar. Komandi útgávur av Bíblium og bókum koma at krevja meira pening. Her er tað møguligt at søkja um stuðul og gera onnur átøk, sum vit hava verið signaði við fyrr. Pengar er eitt, men uttan at Harrin stýrir verkinum, arbeiða smiðirnir til einkis. Tað grundleggjandi er, at Føroyska Bíbliufelagið livir eftir tí orði, vit eru sett at fáa út, og tí er bønararbeiðið tað mest týðandi okkara limir og onnur kunna gera.

 

Lat okkum framhaldandi standa saman um hetta arbeiðið og vita, at tað stóra verkið er tað, sum hvørki sæst ella hoyrist. Trúfastur er hann sum kallanina hevur givið (1. Test. 5,23-25)!


Takk fyri!

 

Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari

 

Sí myndir frá limafundinum her...