Hvørjum stúra tit tá fyri?
14.07.2018

Ein lærlingur er ikki yvir meistara sínum, heldur ikki er ein trælur yvir harra sínum.

 

Lærlingurin má vera nøgdur við at vera sum meistarin, og trælurin má vera nøgdur við at vera sum harrin. Tá ið tey kalla harran Djevulin, kunnu tey, sum arbeiða fyri hann, so vænta at vera kallað okkurt betri?

 

Tit skulu ikki ræðast menniskju. Alt, sum er fjalt, kemur eina ferð í ljósmála, og alt, sum er loynt, verður eina ferð avdúkað.

 

Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, skulu tit tala í ljósi. Tað, sum verður teskað tykkum í oyrað, skulu tit rópa uppi á tekjunum.

 

Óttist ikki tey, ið hava vald at sláa likamið í hel, men sum ikki kunnu sláa sálina í hel. Óttist heldur Gud, ið kann týna bæði sál og likam í Helviti.

 

Er prísurin á einum spurvi ikki tveir smámyntir? Og tó dettur ikki ein spurvur til jarðar, uttan at Pápi tykkara er við honum.

 

Hvørjum stúra tit tá fyri?

 

Tit eru nógv meira verdir enn spurvarnir. Hann veit alt um tykkum, ja, eisini hvussu mong hár, tit hava á høvdinum.

 

Matt. 10,24-31
Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen