Bíbilsku fyrimyndir okkara: Jákup
19.07.2018

Tá ið eg gekk í fólkaskúla og vit undir morgunsanginum sungu ”ongum er so trygt at fara” og komu til linjuna Jákups Guð teg væl skal varða, varð eg onkutíð flovur. Hví skuldu vit nevna mítt navn?


Søgan um Jákup vísir okkum, at Bíblian ikki er ein søga um fullkomin menniskju, men um syndug menniskju, sum hava tørv á Guðs náði eins og vit hava í dag.


Jákup er kendur sum tann, ið snýtti beiggja sín og av tí sama hataði Esav hann. Hann snýtti samstundis pápa sín, Ísak og fekk soleiðis signingina, sum annars átti at komið til Esav, sum elsti sonur í húsinum. Tað merkiliga var, at Guð hevði skipað soleiðis fyri. Hann hevði givið lyfti um, at tann yngri skuldi bera signingina víðari. Men hvussu kann Guð tað? Signaði Guð hervið óreinskap? Við fyrsta eygnabrá kann tað síggja soleiðis út.


Men um vit lesa søguna um Jákup, síggja vit, hvussu hansara val í lívinum einans vóru við til at oyðileggja sambondini við menniskjuni rundan um hann. Hetta oyðilegði hansara sýn uppá kærleika.


Hann fall fyri Rakul, men tá ið pápi Rakul, Lában, lumpaði hann og giftu honum Leu, stendur, at Jákup unti Rakul framum Leu. Hann vanvirdi also sína fyrstu konu – sína einastu konu – tí Guð sigur, at hjúnabandið er einans millum ein mann og eina konu. Men Jákup vildi hava sín vilja. Vildi hava Rakul, kosta hvat tað kosta vildi. Lea føddi Jákup fyrst 4 børn, men tá ið Rakul sá, at hon onki barn fekk, bað hon Jákup um at fáa sær børn við tænastugentuni og so var. Og Lea gjørdist øvundsjúk, tí nú fekk hon ikki fleiri børn, og Jákup fekk síðani børn við Zilpu. Nú hevði Jákup 4 konur og 12 synir, men av teimum elskaði hann synirnar hjá Rakul mest – nemliga Jósef og Benjamin.


Hetta er sostatt ikki ein vøkur søga. Vit vildu í dag óivað kalla Jákup bæði eitt og annað. Eitt bølmenni, tjóv, lygnara og konufólkarev ella horkall.

 

Í dag eri eg glaður, tá ið eg lesi søguna um navnan í Bíbliuni. Hann var ikki fullkomin. Langt frá. Eins og eg. Allíkavæl elskaði Guð Jákup. Ikki vegna hansara væleydnaða lív. Men vegna tað avkom, sum varð lovað til Abraham.


Jesus, sum kom í gjøgnum ættina, harímillum Jákup var ein av teimum.

 

Gleðiboðskapurin er týðuligur gjøgnum alla skriftina: tú ert meira syndigur, óndur og veikur enn tú nakrantíð torir at trúgva. Men tú ert meira elskaður, virðismettur og góðtikin enn tú nakrantíð tordi at vóna. Samstundis.

 

Henda sannleika letur Guð galda fyri teg, sum livir í trúnni á Jesus Kristus.

 

Jákup Erlingsson Petersen, prestur

 

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen