Ein dag, tá ið tit minst vænta tað
28.07.2018

Óttist ikki, kæru lærusveinar! Pápi tykkara hevur gjørt av at geva tykkum sítt ríki. Seljið alt, sum tit eiga, og gevið teimum fátæku peningin, so eiga tit ein dýrgrip í himli. Har verða pungarnir ikki uppslitnir, eingir tjóvar bróta inn, og eingin mølur etur upp. Og har, sum skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera.

 

Verið til reiðar og tendrið lampurnar. Verið sum húskallarnir, ið bíða eftir húsbónda sínum, tá ið hann kemur heim úr brúdleypinum, so teir kunnu lata honum upp, tá ið hann bankar á hurðina. Teir kunnu fegnast um, at hann kemur heim og sær, at teir hava hildið seg vaknar, tí tá fer hann at bjóða húskøllunum til borðs og fer sjálvur at borðreiða fyri teimum.

 

Teir kunnu fegnast, tá ið teir hava hildið seg vaknar, sjálvt um hann kemur heim á miðjari nátt ella út ímóti morgni. Hugsið um, at hevði húsbóndin vitað, nær ein tjóvur kom, so hevði hann vakt og forðað fyri innbroti.

 

Verið tit tí eisini til reiðar, tí at Menniskjusonurin kemur, tá ið tit minst vænta tað.“

 

Pætur spurdi hann: „Harri, er tað okkum, tú talar um í líknilsinum, ella talar tú um øll menniskju?“ Jesus svaraði: „Eg tali um allar trúgvar og klókar tænarar, sum eru settir yvir øðrum tænarum, og sum skulu syrgja fyri, at teir fáa mat. Ger hann sínar skyldur, tá ið harri hansara kemur heim, so skal hann vera glaður. Tit skulu líta á, at húsbóndin vil løna honum og geva honum ábyrgd av øllum, sum hann eigur.

 

Men hugsið tykkum, um tænarin heldur, at tað gongur so long tíð, til harrin kemur aftur, og hann so fer at sláa hinar tænararnar, og at eta og drekka seg fullan. Tá ið so harrin kemur heim ein dag, hann ikki væntar, tekur hann lívið av tænaranum og tveitir hann út til hini, sum ikki vóru harranum trúgv.

 

Veit ein tænari, hvat harri hansara vil hava hann at gera, og hann ikki ger tað, skal hann verða hart revsaður. Hevur tænarin ikki skilt rætt, hvat hann skal gera, sleppur hann lættari.

 

Av tí, sum mikið hevur fingið, verður mikið kravt, og av tí, sum hevur stóra ábyrgd, verður upp aftur meiri kravt.

 

Luk. 12,32-48
Nýggi Sáttmálin


______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen