Bíbliulesiætlan fyri 2014-15 er komin út.
26.11.2014

Gott amboð at skipa tín bíbliulestur.

Í tí skundmikla gerandisdegnum kann tað vera trupult at fáa lisið so nógv í Bíbliuni, sum ein gjarna vildi. Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg.

 

Hvat er Bíbliulesiætlanin?

Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við Lesiætlanini er at opna og breiða tekstir úr Bíbliuni út.


Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?

Bíblian kann lesast á ymsan hátt. Summi lesa einsamøll, onnur saman við øðrum. Summi lesa Bíbliuna frá byrjan til enda, onnur lesa i samband við sína kirkjugongd/møti. Og so eru tað tey, ið lesa meira um Bíbliuna enn í henni. Í øllum førum kann bíbliulestur seta tankar í gongd og upp á pláss. Og tað kann vera ein kelda til íblástur bæði í tungum og góðum døgum.

 

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Bíbliufelagnum á tlf. 597777 ella t-posti: aj@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her.

 

Prísur til kirkjur/samkomur/missiónshús:

Fyri 10 stk. – kr. 100

Fyri 25 stk. – kr. 200

Fyri 50 stk. – kr. 300
Fyri 100 stk. – kr. 400

 

Soleiðis skrivar Bergur D. Joensen, formaður í Bíbliufelagnum, í fororðinum til Bíbliulesiætlanina:

 

Lívsins stóru mótsetningar

“Bíblian er ein realistisk bók. Tess vegna er hon fylt við størstu mótsetningum. Har er kríggj eins og friður. Har er trúgv men eisini ivi. Har er hatursins døpru litir og kærleikans ljósu geislar. ... Samtíðis møta vit teirri kristnu vónini, Guds hjálp og náði, sum alt merkir, at tað finst ein vegur... Sjálvt í deyðanum er lívið í Guds hond. Sjálvt í myrkrinum letur Gud eitt ljós skína. Ja, sjálvt tá ið avmaktin kenst sterkast, er Guds máttur størstur.” Soleiðis skrivar Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum.


Bíbliulesiætlanin hetta kirkjuárið er f ylt við mótsetningum, eins og lív okkara er tað. Bíbliunnar frásagnir og søgur líkjast okkara veruleika. Vit kenna okkum aftur í teimum korum, sum menn og kvinnur, ung og gomul livdu undir tá, og sum í mongum er meinlíkt okkara viðurskiftum.

 

Vit hava í verandi bíbliulesiætlan gagnnýtt bíbliutekstirnar í donsku bíbliulesiætlanini og týtt tekstirnar hagani, sum umtala nakrar av Bíbliunnar mótsetningum. Harafturat hava vit heitt á 6 ymisk fólk – umboðandi ymiskar aldrar og kirkjur og samkomur – at skriva um tann av bíbilsku persónunum, sum hevur havt størst týdning fyri hesi.

 

Finn styrki gerandis sum heilagt við at lesa Guds orð. Og legg tíni viðurskifti fyri faðir tín á himli í bøn. Jesus hevur við deyða og uppreisn síni vunnið okkum fría atgongd til Faðirin. Hesa atgongd fáa vit við trúnni á Jesus, Guds Son, sum er vegurin og sannleikin og lívið. Í trúnni á hann eru vit Guds børn!


Nógvar íløgur loysa seg ikki, men at gera íløgu í Gud og taka okkum tíð saman við honum í orði og bøn, loysir seg altíð – bæði her og í tí komandi.