Eitt tvørlynt fólk
04.08.2018

Á okkara døgum kunnu fólk sammetast við børn, sum sita á torgunum og grenja.


„Hví dansa tit ikki, tá ið vit spæla floytu fyri tykkum,“ rópa tey á hvør annan. „Hví gráta tit ikki, tá ið vit syngja sorgarsangir?“


Jóannes hvørki át ella drakk, og um hann søgdu tey: „Hann er ikki, sum ein eigur at vera.“ Og tá ið eg, Menniskjusonurin, bæði eti og drekki, siga tey: „Hygg hasin átarin og drykkjumaðurin, sum heldur saman við tollarum og øðrum, sum ikki halda lógina.“ Men tit kunnu ikki vita, hvat er rætt, fyrr enn tit síggja, hvat kemur burturúr.“


Tá fór Jesus at døma tær bygdirnar, har sum flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí tær høvdu ikki vent um. Bannað veri tú, Korasin! Bannað veri tú, Betsaida! Hevði eg gjørt tær kraftargerðirnar í Tyrus og Sidon, sum eg havi gjørt í tykkum, høvdu tær longu havt angrað og vent um.


Eg sigi tykkum: Tað fer at gangast Tyrus og Sidon lættari á dómadegi enn tykkum.


Og so tú, Kapernaum, heldur tú, at tú kemur til himmals? Tvørturímóti, tú verður stoytt niður í deyðsríkið.


Hevði eg gjørt tær kraftargerðir í Sodoma, sum eru gjørdar í tær, so hevði Sodoma staðið enn í dag. Tað fer at gangast Sodoma lættari á dómadegi enn tær.“


Matt. 11,16-24
Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen