Eg havi nakað at siga tær
11.08.2018

Ein dagin bjóðaði Símun, ein fariseari, Jesusi heim til sín at eta. Jesus fór við honum, og teir settust til borðs.


Í bygdini var ein skøkja, sum hevði fingið at vita, at Jesus var og vitjaði farisearan. Hon kom við eini lítlari alabasturkrukku, sum var full av angandi myrraolju, og stillaði seg við føtur hansara. Hon græt, so tár hennara vættu føtur hansara, og hon turkaði teir við hári sínum. So mussaði hon føtur hansara og smurdi teir við oljuni.


Símun, sum hevði bjóðað Jesusi inn, sá hetta og hugsaði við sær sjálvum: „Hevði hann verið profetur, so átti hann at vitað, hvør hon er, sum nemur við hann, og hvussu ómoralsk hon er.“

 

„Símun,“ segði Jesus, „eg havi nakað at siga tær.“ „Hvat er tað, meistari?“ spurdi hann. „Einaferð vóru tveir menn, sum høvdu lænt pengar frá einum banka,“ segði Jesus. „Annar hevði lænt 500 denarar, og hin hevði lænt 50 denarar. Hvørgin teirra átti pengar at gjalda aftur við, so bankin gav báðum skuldina eftir. Hvør teirra hevur meiri at takka fyri?“ spurdi hann. „Eg haldi, tann sum fekk størri skuld strikaða,“ svaraði Símun. „Ja, tað er rætt,“ segði Jesus.

 

So vendi hann sær ímóti kvinnuni, meðan hann talaði við Símun. „Tú sært hesa kvinnuna. Tú gavst mær ikki vatn at vaska føturnar í, tá ið eg kom, men hon vaskaði føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hárinum.

 

Tú gavst mær ongan muss, men hon hevur mussað føtur mínar, síðan hon kom inn. Tú gavst mær ikki olju at smyrja á høvdið, men hon smurdi mínar føtur við myrraolju. Hennara mongu syndir verða henni fyrigivnar, tí hon hevur elskað nógv.

 

Tann, sum ikki hevur nógv at fáa fyrigivið, elskar heldur ikki so nógv.“ Jesus segði við kvinnuna: „Tú hevur fingið fyrigeving fyri allar syndir tínar.“


Allir, sum sótu til borðs, fóru at tosa um, hvør hann mundi vera, tá ið hann kundi fyrigeva syndir.

 

Men Jesus segði við kvinnuna: „Trúgv tín hevur frelst teg! Tú kanst fara heim í friði.“

 

Luk. 7,36-50

Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen