Tit vita ikki, hvat tit biðja um
25.08.2018

Tá kom til hansara mamma Jákups og Jóannesar saman við sonum sínum. Hon legði seg á knæ fyri honum og vildi biðja hann eina bøn.


„Hvat vilt tú?“ spurdi hann hana. Og hon svaraði: „Lova mær, at tú gevur sonum mínum teir báðar hægstu sessirnar í stjórnini, tá ið tú verður kongur.“


„Tit vita ikki, hvat tit biðja um,“ svaraði Jesus. „Eru tit til reiðar at ganga í deyðan fyri hesa søk eins og eg?“ „Ja, vit eru,“ svaraðu teir. Jesus svaraði: „Tit fara at líða fyri mína søk, men eg geri ikki av, hvør skal fáa teir hægstu sessirnar, tað avger Pápi mín.“


Men tá ið teir 10 hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á teir báðar beiggjarnar. Men Jesus kallaði teir til sín og segði: „Tit vita, hvussu kongar hava valdið og ráða yvir sínum fólki, og hvussu teir stóru brúka sítt vald.


Soleiðis eigur ikki at vera tykkara millum. Tann, ið vil vera stórur, skal vera tænari hjá hinum. Og tann, ið vil vera leiðari, skal vera trælur hjá hinum. Soleiðis eri eg, Menniskjusonurin, ikki komin fyri at vera tæntur, men fyri at tæna og geva lív mítt sum loysigjald fyri mong.“

 

Matt. 20,20-28
Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen