Vøkstur í Bíbliuumsetingum
27.08.2018

Sameindu bíbliufeløgini eru serkøn í umsetingum. Globalt verður í løtuni arbeitt við 400 umsetingar verkætlanum.


Í 2017 hjálptu Sameindu bíbliufeløgini at gera bíbliuumsetingar á 49 tungumálum, so at 580 milliónir fleiri menniskju kunnu nú lesa Bíbliuna. Enn vanta 3.773 tungumál, sína.


Kina

 

Í løtuni verður arbeitt við eini langari røð av umsetingarverkætlanum á minniluta málum, sum ætlað er milliónum av kinesarum. 85% av teimum 800.000 kristnu í Yunnan-landslutinum tosa eitt minniluta tungumá og tí hava strævið við at lesa verandi umsetingar. Eisini verður arbeitt við at umseta Bíbliuna sum teknmál. Tað eru o.u. 28 milliónir deyvir kinesarar.


Suðursudan


Í 2017 eydnaðist at gera umsetingina av Bíbliuni lidna til mabaan tungumál – tvey ár fyri tíðarætlanina. Harumframt mitt í einum borgarakríggi.

 

Tungumálið mabaan verður tosað av 90.000 fólkum, ið liva nær Sudanmarkinum á einum øki, har ruðuleiki valdar. Stórt trýst av bæði bardagahóttanum og av Islam.

 

Kirkjurnar hava tó stóra framgongd. 10.000 staðbundin hátíðarhildu umsetingina – mong flóttafólk úr flóttafólkalegum frá økjum nærindis vóru eisini við til hátíðarhaldið.


Myndatekstur:
Stór var gleðin, tá ið Bíblian kundi verða givin út á mabaan tungumáli – einum máli, sum tosað verður í Suðursudan. Her sæst eisini ein partur av bíbliuumsetarunum.

 

Foto: Sameindu Bíbliufeløgini.

Henry Debes Joensen, týddi

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen