Vilt tú verða frískur?
01.09.2018

Stutta tíð eftir hetta var hátíð hjá jødum, og Jesus fór til Jerusalem. Við Seyðaportrið í Jerusalem er ein stórur hylur, sum er umgirdur av fimm røðum av súlum. Hann kallast á hebraiskum máli Betesda.

 

Her ímillum súlurnar lá ein mongd av sjúkum fólki, bæði blind, lamin og kryplar. Tey bíðaðu eftir, at órógv kom í vatnið. Viðhvørt kom ein Guds eingil niður í hylin og órógvaði vatnið, og tann, sum tá var fyrstur niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, varð frískur, uttan mun til hvørja sjúku hann hevði.

 

Har lá ein maður, sum hevði verið sjúkur í 38 ár. Jesus sá henda mannin liggja har og visti, at hann hevði verið sjúkur í langa tíð; og hann fór til hansara og spurdi: „Vilt tú verða frískur?“ Tann sjúki svaraði: „Harri, eg havi ongan, sum kann hjálpa mær í hylin, tá ið órógv kemur í vatnið; og áðrenn eg komi hagar, er altíð ein annar farin undan mær.“ Jesus segði við hann: „Reis teg upp, tak børu tína og gakk.“ Maðurin varð frískur í somu stund, og hann tók børu sína og gekk.


Hetta hendi ein sabbatsdag, og tí søgdu jødarnir, við mannin, sum var lektur: „Tað er sabbatur í dag, og tú hevur ikki loyvi at bera børuna.“ Men hann svaraði: „Hann, sum gjørdi meg frískan, segði við meg, at eg skuldi taka børuna og fara.“ Teir spurdu hann: „Hvør var hann, sum segði tað við teg?“ Men maðurin visti ikki, hvør tað var, tí Jesus var horvin í mannamúgvuni.


Seinni hitti Jesus hann í templinum. „Nú hevur tú fingið heilsuna,“ segði Jesus við hann, „halt teg so burtur frá tí, sum Gud ikki vil hava teg at gera, so einki verri skal henda teg.“ Maðurin fór so og segði jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.


Jóh. 5,1-15
Nýggi Sáttmálin


______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen