Aðalskrivarin á felagsfundi í Tallinn
06.09.2018

Í farnu viku 28.-29. august, var aðalskrivarin í Føroyska Bíbliufelagnum í Tallinn í Estlandi, har allir níggju aðalskrivararnir í Norðanlondum og Baltisku londunum, hittust til árligan fund. Hetta er fyrstu ferð, at øll hesi bíbliufeløgini eru umboðað.


Gist var í einum kleystri hjá katólsku Birgittinara systrunum, og her vóru fundirnir eisini hildnir. Á fundinum vóru felags áhugamál umrødd, m.a. nýggjur fíggjarleistur hjá altjóða bíbliufelagnum UBS og kunnað varð um gongdina í ymsu londunum.

 

Í løtuni leggja Norra, Svøríki og Finnland seinastu hond á eina nýggja felags bíbliu á samiskum til Samarnar, ið búgva norðast í øllum trimum londunum.


Í Norra verður aðalskrivaraskifti í heyst, tá Ingeborg Monstral fer í annað starv. Eisini hevur norska bíbliufelagið tikið yvir arbeiðið hjá Bibellæseringen fyrr í ár.


Svøríki arbeiðir við bygnaðarbroytingum, og felagið er í holt við sína fyrstu sjálvstøðugu bíbliuútgávu saman við Youth With A Mission. Tey gera eina lættlesiliga bíbliu, ætlað teimum nógvu fremmandu í Svøríki.


Í Danmark hevur Bíbliufelagið fingið nýggja heimasíðu og arbeiðið við at gera eina gerandisútgávu av Gamla Testamenti, nærkast nú av álvara. Tá hendan útgávan er tøk, ætlar føroyska Bíbliufelagið eisini at koma við líknandi útgávu, eins og Nýggi Sáttmálin var útgivin fyri knøppum ári síðani.


Finnland arbeiðir við bygnaðarbroytingum fyri at laga felagið meira til tann talgilda heimin. Lutherska kirkjan hevur fyrr átt rættindini til finsku bíbliuna, men hesi rættindini hevur finska Bíbliufelagið nú fingið, saman við atgongd til fleiri av heimasíðunum sum vóru knýtt at hesum.


Í Íslandi er nýggjur aðalskrivari byrjaður í vár. Ísland fekk sína fyrstu bíbliu longu í 1548, men í dag eru umstøðurnar sera truplar. Serstakliga humanistarnir leggja stórt trýst á tilveruna hjá bíbilskum tilfari í m.a. skúlum og almennum støðum. Tey gera tó andaktir og ynskja at gera eina taluútgávu.


Í Letlandi eru 21 kirkjur felags um eina nýggja útgávu, sum vantast at koma út í 2021.


Litava er eisini í holt við nýggja útgávu og hevur eisini gjørt eina barnagarðsútgávu av bíbliuni. Her verður eisini arbeitt við eini teknmálsútgávu.


Vertslandið Estland er í holt við ein bíbliulesikalendara.


Eftir fundin fyrra dag, vitjaðu vit í Tallinn. Vitjað varð í St. Ólavs katedralinum, ið ber navn eftir sama halgimenni, sum vit halda ólavsøku fyri í Føroyum. Kirkjan er frá um ár 1200 og er í dag ein babtistakirkja. Tornið er 124 metrar høgt og gingu vit upp í tornið eini 250 trapputrin. Sá eisini, at tey høvdu Alpha skeið til tey ungu í kirkjuni.


Vit vitjaðu eisini minnislundina, har fólk, ið vóru tikin av døgum í kommunistatíðini, eru skrivað á steinar og veggir. Nærindis var eisini eitt stað, har gamlar standmyndir fra kommunistatíðini vóru savnaðar.


Áðrenn fundurin endaði á middegi mikudagin, fingu vit eina kunning um Birgittinaraordanina og kleystrið frá einari av Birgittinasystrunum í kappellinum.


Tað er sera gevandi at hoyra um virksemið hjá hinum bíbliufeløgunum, og sum eitt lítið felag hava vit fingið stórt gagn av samstarvi við onnur feløg. Næsti fundur er settur at vera í Svøríki um somu tíð næsta ár.

 

Sí fleiri myndir her...


Gunnar K Nattestad, aðalskrivari

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen